Nú tosa danir eisini um Annitu og Páll

Í tíðindasending á DR P1 í dag var fokus á Tjóðveldis-gøluna

Rokið um útsøgnina hjá Annitu á Fríðriksmørk, sum kallaði Páll á Reynatúgvu fyri egoist og psykopat fyri tendraðari mikrofon, hevur breitt seg sum ringar í vatni síðan í gjár. Uppstandilsið hevur nú funnið sín veg til Danmarkar. 

Í tíðindasending á donsku DR-útvarpsrásini P1 seinnapartin í dag var søgan nevniliga at hoyra. Her hevði danski verturin heitt á Rólant Waag Dam, journalist og redaktør í Kringvarpi Føroya, sum greiddi frá málinum.

- Men hví skal mann yvirhøvur siga sovorðið? Hatta eru sera ógvusligar útsøgnir, sigur P1 verturin, aftaná Rólant Waag Dam hevur greitt frá, at Tjóðveldi stroymdi flokstingið, men mikrofonin varð tendrað í steðginum, meðan Annita á Fríðriksmørk so kallaði tingformannin, Páll á Reynatúgvu, fyri egoist og psykopat.

Rólant Waag Dam gevur vertinum rætt í, at hetta var ein ógvuslig útsøgn og sigur, at hetta er eitt tekin um ósemjur í Tjóðveldi, ella í øllum førum millum Annitu á Fríðriksmørk og Páll á Reynatúgvu.

P1-verturin er áhugað í at vita, um hetta kemur at ávirka fólkatingsvalið í Føroyum. Rólant Waag Dam svarar henni, at tað er væl møguligt, og hann vísir á undanfarnu valúrslitini, har Annita á Fríðriksmørk fekk umleið 500 atkvøður, og tað kann hugsast, at hon fer at missa nakrar av hesum. Haraftrat sigur kringvarpsjournalisturin, at ein væntandi møguleiki er, at Annita á Fríðriksmørk gevst sum tingforkvinna í Tjóðveldi.

Innslagið í sendingini, sum kallast Orientering, hevur fingið yvirskriftina "Åben mikrofon skaber ballade hos færøske republikanere" - og tú kanst hoyra alt innslagið hjá DR P1 beint HER.