Nýtist ikki serfrøði at avgera petitessur

- So leingi sum Løgtingið ikki viðgerð veruliga stóru málini, men heldur kjakast um einkisigandi spurningar sum talið av kommunum, ella um lundin skal friðast, so er ikki brúk fyri teirri serfrøði, ið eg sum búskaparfrøðingur havi, sigur Magni Laksáfoss, ið sum kunnugt ikki stillar upp til løgtingsvalið komandi

Í tíðindaskrivi boðar Magni Laksáfoss í morgun frá, at hann stillar ikki upp til løgtingsvalið komandi. Og orsøkin er einføld.
- Tað, sum Løgtingið hevur gjørt skeivt er tað, sum Løgtingið ikki hevur gjørt. Løgtingið hevur ikki viðgjørt tey stóru politiskum álini, sum eru átrokandi. Løgtingið hevur ikki tikið støðu til, hvat skal gerast við stóru fráflytingina av fólki. Hvat er ætlanin at gera, fyri at vaksa um vinnulívið. Hvat er ætlanin at gera, fyri at rationalisera almenna sektorin. Hond er stutt sagt ikki tikin um stóru samfelagsligu spurningarnar, ið eyðkenna okkara tíð, sigur Magni Laksáfoss.
Úrslitið er, at førdur hevur verið ein passivur politikkur, sum onga kós hevur havt yvirhøvur.
- Tað ber ikki til at siga, hvør kósin hevur verið síðstu árini, tí tað hevur eingin kós verið. Í staðin er førdur ein »einki-politikkur«, har man einki hevur gjørt. Tað verður mest tosað um at friða lundan ella onnur smámál, ið onga ávirkan hava á samfelagsligu gongdina, sigur Magni Laksáfoss.
Herman Oskarsson hevur nevnt, at Føroyar eru einasta Norðanlandið við negativum fólkavøkstri.
- Negativur fólkavøkstur er ein stórur trupulleiki í sær sjálvum, men stóri spurningurin er: Hví er hann negativur. Orsøkin er ikki ov fá børn, men politiska kósin er skeiv. Fólk støðast ikki í landinum, tey velja eitt annað stað til sítt lívsuppihald. Og tað er tann stóri trupulleikin, sigur Magni Laksáfoss.

Kommunur og lundar
Trupulleikin er tí ikki negativi fólkavøksturin í sær sjálvum.
- Gongdin í fólkatalinum er eitt úttrykk fyri teirri gongdini, ið er í samfelagnum annars. Og tað er gongdin í samfelagnum annars, ið er trupulleikin. Støða verður ikki tikin til stóru pollitisku trupulleikarnar, ið eru, og tað ger, at man fær tað gongdina í fólkatalinum, sum er, sigur Magni Laksáfoss.
Sambandsmaðurin hevur ofta havt frammi um vantandi gransking og íløgur í alternativa orku.
- Tað er ein av trupulleikunum. Trupulleikin er ikki eitt einstakt mál, trupulleikin er teir stóru samfelagsligu sputningarnir, vit standa framman fyri. Tað verður einki gjørt við teir. Í staðin verður kjakast um onnur mál, sum í veruleikanum ongan týdning hava, sigur Magni Laksáfoss.
Sum dømi nevnir hann, at stór orka verður løgd í, um talið á kommunum skal vera sjey ella níggju ella 30.
- Fyri samfelagsgongdina er tað flunkandi líkamikið hvat talið av kommunum er. Tað er líkamikið, hvat talið av kommunum er fyri samfelagsgongdina, um tær eru sjey, níggju ella 30. Tað verður kjakast um mál, ið kunnu hava stóran týdning fyri hvønn einstaka borgara, sum til dømis talið av kommunum, men tað hevur ongan týdning fyri stóru samfelagsgongdina, sigur Magni Laksáfoss.
Hann sigur, at talið av kommunum fær ikki fólk at støðast í landinum.

Broytingar skulu til
Stóru spurningarnir, ið burdu verið tiknir upp, verða ikki tiknir upp.
- Tað verður ignorerað og í staðin verður tosað um onkrar petitessir, sigur Magni Laksáfoss.
Hetta er umfatandi og álvarsligur kritikkur, sum í stóran mun er vendur ímóti Sambandsflokkinum og løgmanni.
- Hetta hevur verið uppi og vent óteljandi ferðir. Hetta er nakað, eg havi nevnt í hvørjari røðu, eg havi havt um fíggjarlógina og um fíggjarkarmar, og hvørja ferð stórt kjak hevur verið í Tinginum, havi eg havt hetta uppi og vent. Eg havi gjørt greitt hvørjar stóru avbjóðingarnar eru, hvørjar loysnirnar eru og heitt á tingfólk um at taka málið upp. Eg havi verið so ítøkiligur at sagt, hvat vit kunnu broyta í fíggjarlógini, sigur Magni Laksáfoss.
Eisini í fíggjarnevndini hevur hann tikið slagið upp.
- Og har hava vit reint faktiskt fingið nakrar broytingar inn, til dømis við at seta pengar av til alternativa orku. Meiningin var at kunna hækka ta upphæddina so arbeiðið veruliga kundi fara í gongd at bjálva almennar bygningar, gongd kundi setast á gransking í alternativari orku. Men tað, sum hendi, var at landsstýrið tekur pengarnar av aftur, sigur Magni Laksáfoss.
So í staðin fyri at taka stig á rættari leið, verður gongdin mótarbeidd í landsstýrinum.

Einki at gera í Tinginum
Farið verður inn aftur á eina skeiva samfelagsliga kós.
- Tað er eingin politisk stýring yvirhøvur, sigur Magni Laksáfoss.
Løgmaður hevur róð upp undir, at tingmaðurin var eitt sindur firtin, at hann ikki fekk ein landsstýrissess, men tað vísir Magni Laksáfoss aftur.
- Vit skulu lata vera við at hugsa um persónligar spurningar. Føroyskur politikkur verður altíð gjørdur til persónligar spurningar, men hetta snýr seg um okkara samfelag. Ætla vit í okkara samfelagi bara at halda áfram sum nú á einari so skeivari kós, ella ætla vit aktivt at taka støðu til tær avbjóðingar, ið eru fyri framman, og taka tær avgerðir, ið neyðugar eru at taka, fyri at samfelagsgongdin kann vendast, sigur Magni Laksáfoss.
Tað er ikki ein spurningur um persónar.
- Hetta er ein spurningur um samfelagsgongdina, og um hvat vit ynskja fyri okkara samfelag, sigur Magni Laksáfoss.
Spurningurin er so, um talan er um eitt time-out, ella talan er um eitt farvæl til politikk hjá Magna Laksáfoss.
- Skal eg inn í politikk aftur, so skal tað vera tí, at politiska skipanin ætlar sær at taka stóru spurningarnar upp. Eg havi einki at gera í politikki so leingi ætlanin ikki er at nema teir stóru spurningarnar. Ein og hvør kann sita og kjakast um, hvørt tað skulu vera sjey ella níggju kommunur, ella um lundin skal friðast. Tað nýtist ikki ein búskaparfrøðingur til við teirri servitan, sum eg havi, at avgera tað. Tað nýtist ikki mær at sita í Tinginum til slíkar spurningar. Skal eg kunna brúkast til nakað í politisku skipanini, so skal tað vera at viðgera teir stóru spurningarnar í samfelagnum, og tá má politiska skiupanin vera bugvin at taka teir spurningarnar upp. Annars havi eg einmki at gera har, sigur Magni Laksáfoss, sum gjørdist toppskorari hjá Sambandsflokkinum til seinasta løgtingsval við 979 persónligum atkvøðum.