Í dag hevur Fríborg Danielsen starvast í handilsvirkinum hjá Thomsen á Tvøroyri í fimti ár. Krambúðin hjá Thomsen á bryggjuøkinum á Tvøroyri er kanska ikki so nógv merkt av tíðarinnar tonn. Har var fyrr Kgl handilin og síðani krambúð. Og at trína innar, er næstan sum at vitja eitt fornminnissavn.
Men tá ein, sum Fríborg, hevur staðið í handli í 50 ár, so eru tað tó ikki smávegis broytingar, ið eru farnar fram.
- Ja, mangt er broytt. Í byrjanini var fiskavasking og fiskaturking. Tá eg byrjaði, vaskaðu tey fisk eystan fyri krambúðina og síðani saltaðu tey fiskin. So bóru mannfólkini fiskin niðan á fiskaplássið omanfyri krambúðina. Tá hann hevði ligið so og so leingi, varð hann stáplaður, greiðir Fríborg Danielsen frá.
- Tá veðrið var til tað, so varð breitt út á fiskaplássið. Var ov nógv sól, so komu tey aftur at breiða yvir stertin á fiskinum, tí tað var sjálvsagt veikasta staðið á fiskinum. Tá tey skuldu koma aftur, so varð ringt við eini klokku ella flagg varð koyrt upp, sigur Fríborg Danielsen, ið minnist hetta, sum eina stuttliga tíð.
Bakarí var eisini tá. Har varð alt bakað, bæði breyð, tvebakkar, føstulávintsbollar og vinarbreyðini hjá Thomsen, við súltutoy ímillum, vóru víðagitin.
Krambúðin tann sama
- Krambúðin er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Hon hevur eisini verið kongaligur handil. Pengakassin er gamal og virkar og stendur enn, men vit kunnu ikki nýta hann, sigur Fríborg, sum metir pengakassan at vera ímóti 100 árum.
- Skrivstovan stendur sum prýði, og er næsatn eitt fornminnissavn, greiðir Fríborg frá, og henni dámar væl, tá fólk kemur innar og fyri stuttum fekk hon fína vitjan av uttanríkisráðharranum Niels Helveg Petersen, sum vitjaði innar á veg niðan av bryggjuni og niðan í Býráðssalin .
Nógv nýta eisini fríløtur at vitja innar at og savnast til eitt prát á beinkinum í steðginum á flakavirkinum.
- Alt er næstan sum fyrr, bara tað, at nú er alt pakkað inn og fyrr var alt í skuffum, sigur Fríborg.
Kaffimyllan
Í krambúðini er stór og stásilig kaffimylla.
- Vit mala kaffi. At byrja við mólu vit ikki kaffi, tí tá kom malið kaffi, men hendan myllan hevur verið leingi og vit hava enn kaffibønur. Enn keypa nøkur, hóast fólk eru so von við Gevalia. So seint sum í gjár, seldi eg fyri 200 krónur til ferðafólk úr Vágunum, sigur Fríborg.
Fríborg er ikki farin inn í telduøldina.
- Eg fáist ikki við teldu, tað stendur alt úti í pakkhúsinum, ið vit rópa Nummar 5. Fyrr róptu vit tað Sukurstovan, tí har stóðu sekkir við melis og slíkum, men har eru so skrivstovur og teldur nú, sigur Fríborg.
Brúkar høvdið og kontrabók
- Eg tími ikki at fáast við teldu, tí betri er at brúka høvdið. Fer ein fyrst í gongd við tílíkt, so vendist ikki aftur, sigur Fríborg, ið viðgongur, at hon heldur uppá tað gamla.
Tó verður teljitól við pappíri nýtt í handlinum og tá yngri fólk hjálpa til, so hava tey ofta lummaroknara , men hesum er Fríborg ímóti, tí kundin sær ikki, hvat verður trýst inn har.
- Soleiðis skal ikki vera so leingi eg eri her, tí tá skal teljitólið nýtast, so kundin sær alt. Tey ungu eru von við lummaroknaran úr skúlanum, men eg nýti høvdið, sigur Fríborg.
Kontrabókin verður enn nýtt.
- Tá eg byrjaði, vóru eisini kontrabøkur og tað, ið vit kalla fastir kundar. Altið eru tað nøkur, ið gjalda kontant, men annars gjalda tey einaferð um mánaðin, greiðir Fríborg frá, og minnist, at fiskafólkini eisini skuldu skrivast upp og lønir roknast út.
Fríborg sigur, at nú eru ikki so nógv eftir av teimum, ið nýta kontrabøkur, men enn eru tær í nýtslu.
3 ættarlið av stjórum
Fríborg Danielsen minnist aftur eina góða tíð í Krambúðini hjá Thomsen og hon metir, at so gott fólk at arbeiða hjá, skal ein leita leingi eftir.
- Í dag er Thomas Thomsen stjóri. Tá eg byrjaði, var abbi hansara stjóri, hann nevndist Thomas Thomsen. Síðani kom Gunnar Thomsen í 1962, ið var pápi Thomas, ið er nú, greiðir Fríborg frá og minnist aftur á, at tá hon byrjaði, var núverandi stjórin, Thomas, 7 ára gamal.
- Eg kenni ikki, at eg ætli at gevast, hóast eg verði 69 ár í september, tí eg kenni ongan aldur á mær. Um teir so vilja hava meg at halda fram, er ein onnur søga, so nú má eg spyrja, um eg skal koma aftur, skemtar Fríborg, ið dámar væl at sleppa út og at hitta fólk og hon metir eisini, at tað er fyrimunur fyri handilin at hava fólk, ið veit um alt, og sum kennir viðskiftafólkini.
Veitsla
Fyri 10 árum síðani gjørdist Fríborg Danielsen einkja. Sonurin býr í Havn, men hon væntar hann, svigardóttrina og ommusonin suður í samband við hátíðarhaldið, ið handilsvirkið skipar fyri í samband við 50 ára starvsdagin.
- Ja, her verður móttøka. Eg vildi ikki hava tað stóra súsið, tí tá ein hevur verið so leingi, so eru heldur ikki so nógv fólk eftir. Tá eg hevði verið í starvinum í 40 ár, skipaðu teir fyri stórari veitslu. Tað var ein rimmar veitsla og dansurin gekk, til klokkan 5 á morgni. Tónleikararar komu úr Havn, tí teir skuldu duga eldri dansirnar, sigur Fríborg, ið ikki avvísir, at talan kann blíva um 60 ára starvsdag eisini.
- Eg má banka undir borðið. Eg kenni meg væl, men tað er ein, ið ræður, sigur Fríborg.
Kongalig
Krambúðin hevur verið Kgl handil, og Fríborg byrjaði hjá Thomsen 21 . juli 1949 og var tá 19 ára gomul, men fylti 20 ár í september, sama dag, sum Christian Kongur 10., so fólk hava fyri at siga við Fríborg, at hon er so kongalig.
- Ja, eg eri kongalig og mær dámar væl tey kongaligu fólkini, skemtar Fríborg, ið ikki er avvísandi, tá hon verður spurd, um hon so kanska eisini hevur blátt blóð.
Fríborg er skemtingarsom og prátingarsom og veit mangt at greiða frá. Heima hevur hon gamlan komfýr við koli, tí betri hiti finst ikki, heldur Fríborg, ið fær kol úr Hvalba og sum minnist pápan, ið arbeiddi í koli í Rangabotni og Fríborg minnist nógv frá hesum í barnaárunum, sum minnist við gleði.
Í dag verður móttøka í samband við, at Fríborg hevur starvast hjá Thomsen í fimti ár.
Sosialurin ynskir Fríborg tillukku við degnum og alt tað besta framyvir.









