Fleiri mammur í Kollafirði eru illa sperdar í hesum døgum. Dagrøktararnir í bygdini eru farnir í verkfall, og hetta hevur við sær, at eingin er at ansa børnunum hjá teimum.
Oddbjørg Jacobsen arbeiðir í Føroya Banka, og hon hevur tvær gentur, ið vanliga eru í dagrøkt hjá grannakonuni. Hetta ber ikki til ídag vegna verkfallið.
Oddbjørg hevur nú verið heima í tveir dagar til at ansa gentunum. Maðurin siglir úti, og tí má hon vera heima hjá teimum.
Hon sigur, at hon hevur fingið sær nakrar feriudagar, so hon kann vera heima hjá 4 ára gomlu Rannvá og 6 ára gomlu Maluni.
? Tað er altíð keðiligt at missa feriudagar, tí man skal vera heima hjá børnunum vegna verkfall, sigur Oddbjørg.
Fær góða hjálp
Oddbjørg er tó ikki so illa stødd, sum nógvar aðrar mammur í Kollafirði. Hon sigur, at onkran dag fær hon vinkonu sína at ansa gentunum, og aðrar dagar kann mamma hennara taka tær við sær til arbeiðis, men bara tá tað liggur fyri.
Men Oddbjørg kann ikki dúva uppá vælvild frá vinum og kenningum leingi, og loysnirnar eru bara fyribils. Tí vónar hon, at verkfallið ikki fer at draga út, so hon kann fara aftur til arbeiðis uttan at hugsa um, hvar børnini skulu ansast dagin eftir.
? Eg klári meg í tvær vikur fyribils. Tíbetur arbeiði eg færri tímar í bankanum, enn eg havi gjørt, so eg eri ikki eins bundin av arbeiðnum, sum eg fyrr havi verið.
Hon heldur harafturat, at tað er keðiligt viðurskiftini hjá dagrøktarum ikki eru komin uppá pláss, og hon vónar, at tey skjótt kemur í rættlag.
Fríggjadagin var Oddbjørg aftur til arbeiðis, tí genturnar verða ansaðar av eini vinkonu, ið hevur frí