Ónýtiligt reinsiverk í Porkeri

Porkeris Kommuna hevur eitt reinsiverk til drekkivatnið standandi, sum ikki kann brúkast. Og eingi útlit eru fyri nøkrum endurgjaldi frá seljaranum.

Porkeri:Vatnið í Porkeri er sera skitið. Undanfarna bygdarráð keypti eitt reinsiverk, sum, tá tað var liðugt uppsett, kostaði umleið eina millión krónur. Tá vóru aðrar íløgur enn bara sjálvt reinsiverkið íroknaðar prísin. Men tað verkið kann ikki brúkast. Og eingi útlit eru fyri endurgjaldi, tí keypssáttmálin er so ógreiður.

Inni í dalinum omanvert bygdina Porkeri stendur eitt lítið, reytt hús, sum húsar vatnreinsiverkinum, sum undanfarna bygdarráð keypti og setti upp til at fáa porkeningum reint vatn.

Reinsiverkið riggaði væl, og vatnið varð reint, men tá filtrið skuldi reinsast, bar ikki til. Tað er við reinsifiltrinum soleiðis vorðið, at tað klárar at hjálpa øðrum, men ikki sær sjálvum. Ymsir hættir hava verið royndir at fáa verkið at koyra. Sitandi bygdarráð hevur roynt nógvar møguleikar gjøgnum alla setuna, men einki vísir seg at bera til. Og nú er komið hagar til, at bygdarráðið hevur givið upp og er farið at royna annað verk.

Men eingi útlit eru fyri at fáa nakað endurgjald frá seljaranum, sigur Anna Larsen, bygdarráðsformaður í Porkeri. Grundin er tann, at keypssáttmálin er so ógreitt orðaður, at har eru vist eingir møguleikar fyri at fáa keyparan at taka anleggið aftur.

Anna Larsen sigur, at hóast anleggið ikki kann nýtast í Porkeri, er møguligt, at tað kann seljast aftur til Noregs, uttan at hon tó hevur nakað ávíst at hava vónirnar í. Tað er nevniliga soleiðis, at vatn er ikki bara vatn. Og hóast skitna vatnið í Porkeri hevur fingið reinsifiltrið at geva upp, kann vera, at norskt vatn er øðrvísi. Í hvussu er verða slík reinsiverk rúkt í Noreg, sigur Anna Larsen, bygdarráðsformaður í Porkeri.

Hon sigur, at hóast samlaða íløgan til reinsiverkið í síni tíð lá um eina millión, merkir tað ikki, at allir pengarnir eru burtur. Sum sagt fara tey at royna at selja verkið aðrastaðni. Sjálvt reinsiverkið kostaði einar 400.000,- krónur. Restin av íløguni, so sum hús, leiðingar og annað, verður verðandi í Porkeri og kann væl nýtast í samband við eitt nýtt reinsiverk.

Vatnið í Porkeri er so vánaligt, at Roykivirkið hevur fingið sær egið reinsiverk, tí tað ber stutt sagt ikki til at brúka kommunala vatnið til matframleiðslu.

-So kann onkur halda, sigur Anna Larsen, at kommuna røkir ikki sínar skyldur. Men í grundini hevur kommuna onga lógarfesta skyldu at lata borgarunum vatn. Tað er bara ein tænasta komunan veitir.

Tað merkir tó ikki, at Porkeris Kommuna fer at sleppa sær undan at veita borgarunum vatn, hóast tað gongur illa í løtuni at fáa tað reint. Tvørtur í móti arbeiða tey við at fáa nýtt reinsiverk.

Anna Larsen sigur, at tey kundu saktans latið klor í vatnið, so tað gjørdist klárari, men kortini ikki reinari sum so.

Bygdarráðsformurin í Porkeri sigur, at tosað hevur verið leysliga um aðrar møguleikar, sum kanska tykjast eitt sindur fjarir, men tó ikki eru ómøguligir. Sum til dømis at leiða vatn í rørum um fjørðin av Økrum.

Anna Larsen leggur dent á, at her er einki gjørt kortini. Hvørki kanningar ella projektering. Men tekniskt er tað væl gjørligt, ivast hon ikki í.

Av øðrum arbeiði er ikki tað stóra í gongd í Porkeri í løtuni, sigur Anna Larsen, bygdarráðsformaður. Uttan tað, at vegirnir, sum mangla asfalt verða asfalteraðir í næstum. Hetta er ein íløga upp á einar 200.000,- krónur, sigur Anna Larsen, bygdarráðsformaður í Porkeri.