Nýtið tekningarnar av Mørkini

Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, leggur upp til, at Heðin Mortensen ger avtalu við Sunda kommunu, sum hevur bygt Røktarheimið á Mørkini, um at gera tvey tílík í Havn Nógv rumbul hevur verið kring eldraøkið í Havn í seinastuni. Sosialurin skrivar í dag um eina ætlan hjá Tórshavnar kommunu at nýta bygning á Hálsi, men Eilif Samuelsen hevur eitt heilt annað uppskot.

- Hvat við at taka samráðingar upp við arkitektin og Sunda kommunu um at sleppa at brúka somu tekningarnar til at byggja eitt ella tvey slík røktarheim í Havn. Tað hevði spart bæði eitt og tvey ár í fyrireikingum. Farið kundi verið í gongd beinan vegin, og heimið kundi verið tikið í brúk eftir minni enn tveimum árum. Við at gagnnýta ein so upplagdan møguleika hevði Tórshavnar kommuna fingið eina dygdargóða og varandi loysn á akuttu støðuni, sum allir borgarar í kommununi høvdu tikið undir við av fullum huga, og byggiprísurin hevði ligið væl innan fyri tað, sum kommunan er før fyri, skrivar Eilif Samuelsen.

Hann greiðir somuleiðis frá, at støðan í dag er akutt, og at hetta uppskot kundi verið ein góð og bílig loysn fyri kommununa, tí landið stuðlar við rættiliga nógvum peningi í byggingini og at landið ber allan raksturin.