Nýútgáva: Lucas Debes á týskum

Herfyri kom ein nýggj útgáva av gomlu týsku týðingini av Lucas Debesar bók um Føroyar. Tað er Norbert B. Vogt, limur í blaðstjórnini hjá týska blaðnum Tjaldur, sum hevur greitt nýútgávuna til prentingar. Tjaldur er blaðið hjá týska/føroyska vinafelagnum við sama navni, og er tað eisini einasta útlendska blað av hesum slag, sum viðger føroysk viðurskifti.
Lucas Debesar bók um Føroyar kom út fyrstu ferð í 1673, og er hon seinni umsett til bæði enskt og týskt. Í bókini lýsir danski presturin Lucas Jacobsen Debes føroyska náttúru, søgu, politikk, pátrúgv, fólkið o.a.
Nýútgávan er ein vísundalig útgáva av fyrru týsku útgávuni frá 1757, við viðmerkingum og eftirmæli eftir Norbert B. Vogt.


Lucas Jacobsen Debes, Natürliche und Politische Historie der Inseln Färöe (Kopenhagen/Leipzig 1757), Mülheim a.d. Ruhr, 2005