14. UMFAR SAMANUM
Burturúr ongum kom eldur í skálan sunnudagin. At HB, sum hevði vunnið fimm ferðir á rað, skuldi so at siga tapa tvey stig á heimavølli ímóti VB, ið hevur havt tað sera torført, var púra óvæntað. Men hetta var ikki fyrsta ferðin, at vágbingar spældu HB eitt puss í Gundadali. Fleiri ferðir hava teir vunnið, og í 2000, tá ið VB vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð, megnaðu teir 2?2 í Gundadali ímóti HB. Men tá varð roknað nógv meiri við góðum VB úrsliti á útivølli ímóti HB, enn tað var hesa ferð. Vágbingar lyftu ørmunum upp um høvd, og tað var týðuligt, at VB kendi seg hava vunnið eitt stig.
Hetta var fyrsta ferðin í ár, at HB noyddist av vøllinum uttan at hava skorað mál. Tað skal leitast aftur til 2. juni í fjør fyri at finna síðstu ferðina, tá ið HB ikki megnaði at gera mál. Ta ferðina vóru teir á útivølli, og úrslitið var eisini málleysur javnleikur. Mótstøðuliðið var eisini ta ferðina VB!
Við javnleikinum í Gundadali lyfti VB seg enn eitt fet úr botninum, har teir ikki áttu at havt ligið so leingi, um hugsað verður um, hvussu nógv talent er á liðnum hjá teimum. Men tað er ikki altíð at talentið ger av, hvussu støðan á talvuni er. Hetta eru tað so mong dømi um.
Spurningurin er nú, um VB fer at spæla øðrum oddaliði eitt puss. Einasti møguleikin er ímóti B68, sum í síðsta umfarinum skal spæla í Vági. Sum gongdin hevur verið seinastu umførini, so er møguleiki fyri, at B68 kann vinna FM á Vágseiði 5. oktober, men tað vilja teir á Toftum ikki hoyra talan um enn. Teir hyggja bara fram til næstu uppgávuna, sum tykist ivaleysa stór, tí tá kemur NSÍ út um Høganes at vitja.
Fleiri um boðið
At HB skeiklaði ímóti VB ber við sær, at munurin frá oddaliðnum og til B68 minkaði til tvey stig. B68 hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar. Teir eiga HB í Gundadali á, og tað er einki at ivast í, at úrslitið í tí uppgerðini fer at hava stóran týdning fyri, hvør skal verða meistari. Við tepra sigrinum í Klakvík kom B36 uppí aftur stríðið um FM heitið, og um tað í gjárkvøldið eydnaðist NSÍ at vinna á heimavølli ímóti EB/Streymi, so hava teir framvegis møguleikan at vinna fyrsta meistaraheitið nakrantíð.
At VB megnaði meiri enn hálva vegna at koppa HB í Gundadali staðfestir, at allir dystirnir eru torførir, og at eingin skal rokna við, at øll stigini kunnu heintast við kassa eitt, uttan at fullur álvari og øll orka hevur verið løgd í.
Tá ið hetta er sagt, so má kortini leggjast afturat, at talan sjálvandi verður um serligar lykladystir, tá ið toppliðini fara at dystast innanhýsis. Uppgerðirnar, sum her verður hugsað um, eru hesar: Í 15. umfarinum hittast B68 og NSÍ á Svangaskarði, í 16. umfarinum hittast NSÍ og B36 í Runavík og HB og B68 í Gundadali, og í 17. umfarinum verður grannastríð í Gundadali.
Í síðsta umfarinum skulu tey fýra oddaliðini spæla ímóti lægri støddum liðum. NSÍ eigur heimavøll ímóti FS Vágum, HB eigur heimavøll ímóti KÍ, og B36 og B68 skulu spæla á útivølli ímóti ávikavíst GÍ og VB.
Í løtuni kundi okkurt bent á, at avgerðin um, hvør skal vinna FM, ikki fer at bíða til síðsta umfarið. Hjá HB og B68 ræður um at vinna sínar dystir. Hjá NSÍ og B36 er einki at ivast í. Teir mugu vinna sítt, og so mugu teir vóna, at B68 megnar at koppa HB, ella at tað verður javnt, tá ið HB fer at taka ímóti B68. Spennandi er tað í hvussu so er.
Skála næstan fokið
Eftir at skálamenn ikki megnaðu at fáa stig frá GÍ, sum ikki hevði fingið fult í sjey teimum seinastu royndunum, restar lítið í, at Skála eftir tvey ár í bestu deildini skal tungu gongdina aftur í 2. deild. Í fjør megnaðu teir nógv í síðstu umførunum. Næstu ferð skulu teir til Klaksvíkar, og um tað skal eydnast hjá Skála at fáa FS Vágar aftur, so skal Skála vinna í Klaksvík.
KÍ hevur verið óstøðugt alla tíðina. Teir hava vunnið og tapt so at siga aðru hvørja ferð. Síðani teir fóru í Europa Cup hevur ikki gingið væl. KÍ hevur tapt á Toftum og nú ímóti B36, og harvið stendur stríðið hjá KÍ um, um teir skulu verða nummar fimm ella seks. Tað er ikki nøktandi hjá fótbóltsglaðu klaksvíkingunum, sum ivaleyst eru farnir at hugsa um, hvat teir skulu finna uppá fyri, at tað kann hilnast betri næsta ár, tá ið felagið fyllir hundrað.
Hóast FM møguleikin hjá KÍ væl og virðiliga er fokin, og tað nú tykist púra greitt, at teir ikki verða partur í altjóða fótbólti næsta ár, so kunnu teir spæla onkrum av meistarabiðlunum eitt puss. Í næstsíðsta umfarinum skal NSÍ til Klaksvíkar, og í síðsta umfarinum skal KÍ í Gundadal ímóti HB. Klaksvíkingar hava hildið seg havt gott tak á HB í ár, og tað sveið, tá ið teir mistu stigini í fyrra landskappingardystinum. Støðan ta ferðina var ikki ólík henni sunnudagin, tá ið B36 í Klaskvík kom uppí aftur FM stríðið og harvið framvegis hevur møguleika at vinna bæði steypakapping og FM.
Meistaraskapin stríðast teir í B36 við HB, B68 og NSÍ um. Annað vikuskifti bresta B68 og NSÍ saman á Svangaskarði. Tað fær illa verið meiri spennandi, enn tað nú gjørdist! Og tað er ikki óhugsandi, at fleiri óvæntað úrslit fara at koma, eftir at VB sunnudagin í Gundadali vísti hinum feløgunum, at tað ber til at fáa stig frá oddaliðunum. Eisini tá ið tey eru á heimavølli.