Tríggjar ferðir var matstovan Noma, sum helt til á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, kosin til heimins bestu matstovu, men fyrr í ár lat matstovan aftur, tí ætlanir vóru um at lata nýggja matstovu upp á nýggjum staði í Keypmannahavn.
Nú er greitt, at Noma letur uppaftur í februar mánaði og fer at halda til á Refshaleøen í Keypmannahavn.
Í dag hevur Noma so latið upp fyri bókingum næsta ár, og í fyrsta umfari ber til at bíleggja borð frá februar til apríl. Sum nakað nýtt hevur lagt fýra borð av hvørt kvøld til lesandi, sum fáa serligan prís.
Nú matstovan letur uppaftur er greitt, at høgu prísirnir á matstovuni hækka. Matskráin, sum kostaði 2000 krónur, fer frameftir at kosta 2250 krónur – tá eru drykkjuvørur ikki við. Noma fer frameftir at hava opið fýra dagar um vikuna og ikki fimm sum áður.
Kokkarnir René Redzepi og Claus Meyer er millum eigararnar av Noma, sum ger slóðbrótandi norðurlendskan mat.