Kristina Háfoss hevur fleiri ferðir sagt, at tey, sum verða upptikin til læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvingina, fara undir BA lestur Nýggj læraralesandi og pedagoglesandi verða tikin upp á Føroya Læraraskúla í august í ár.
Um tað verður, sum skotið er upp í fíggjarlógaruppskotinum, so verða tveir flokkar av pedagoglesandi og tveir flokkar av læraralesandi tiknir upp. Í løtuni er uppskotið til fíggjarlóg fyri 2008 til viðgerðar í fíggjarnevndini. Síðani verður 2. og 3. viðgerð í Løgtinginum. Tá ið tingið hevur samtykt fíggjarlógina fæst vissa fyri, hvussu nógv verða tikin upp á pedagogútbúgvingina og læraraútbúgvingina í summar, verður sagt á heimasíðu skúlans, flsk.fo, har tað verður hildið fram soleiðis:
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur fleiri ferðir sagt, at ætlanin er, at tað longu í summar skulu takast lesandi inn sambært nýggju skipanini, ið verður á BA støði.
Umsóknarblað til pedagoglestur og læraralestur finst á heimasíðu skúlans. Umsóknarfreistin er hósdagin 12. juni 2008.