Nú tekur ALS eisini ímóti ull

UMHVØRVI: Fyrr varð sagt, at "Ull er Føroya gull", men soleiðis er støðan neyvan nú á døgum.

Ístaðin verður ullin fyri ein stóran part savnað og send til burturbeiningar á brennistøðum okkara. Men í summar fara fólk í Arbeiðsloysisskipanini at gera sítt til, at ikki øll tann føroyska ullin verður brend.

Í samstarvi við Búnaðarstovuna fer ALS nevniliga at taka ímóti ull í summar. Ullin kann latast inn á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har fólk fáa fimm krónur fyri hvørt kilo av ull.

Dentur verður lagdur á, at ullin skal vera bæði rein og turr, tá hon verður latin, og skal haraftrat verða koyrd í plastsekkir.

Eisini fólk í vestastu oyggjum okkara fáa høvið at stuðla hesi verkætlanini. Men tey hava tó ikki tørv á at koyra allan vegin til Kollfjarðar fyri at sleppa av við ullina.

Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður sagt, at fólk úr Vágum og úr Mykinesi kunnu lata sína ull inn á bingjuplássinum í Miðvági. Hetta pláss er opið allar dagar í viku, uttan sunnudag og mánadag.

Lagt verður aftrat, at bæði Búnaðargrunnurin og IRF stuðla hesi verkætlanini.