Einaferð sá mestsum út sum at nótavirkið í Fuglafirði spældi sítt seinasta lag.
Í staðin verður nú farið undir eitt nýtt ørindini, tí seinni í hesum mánaðinum verður eitt spildurnýtt og nútímans nótavirkið tikið í brúk í Fuglafirði.
P/F Vónin og flestøll feløgini, sum eiga nótaskip í Føroyum, hava í felag bygt eitt nýtt nótavirki fyri góðar 9 milliónir krónur. Eitt virki, sum fer at gera og umvæla nótir - og goyma nótir fyri skipini.
Sildin kveikir lív
Tíðin var farin frá gamla nótavirkinum í Fuglafirði, har Vónin hevur hildið til seinastu 20 árini.
Nótirnar eru vorðar størri og krevja betri verkstaðarpláss. Samstundis hava skipini havt brúk fyri plássi, at goyma nótirnar, so at tær ikki liggja og sløðast í landi og fara fyri skeyti, tá tær ikki verða brúktar umborð.
Norðhavssildin hevur verið við til at birt lív í vónina um, at grundarlag er fyri einum nótavirki í Fuglafirði. Tískil gingu P/F Vónin og sjey feløg, sum eiga nótaskip í Føroyum, saman um eina felags verkætlan. Eina ætlan, sum sum kann gerast ein fyrimunir fyri allar partar.
Rúmligari og høgligari
Nýggja nótavirkið í Fuglafirði stendur millum trolvirkið hjá Vónini og bygningin hjá Havsbrún - Meka, tey rópa. Nýggi bygningurin er 35 metrar langur og 24 metrar breiður - í tveimum hæddum.
Í kjallaranum er 32 sonevndar krubbur, har skipini kunnu goyma nótirnar. Ovara hæddin er verkstaður, har nótir verða framleiddar og umvældar. Har er eisini ætlanin, at gera flótitrol.
Nýggja nótavirkið, sum liggur longri heima í bygdini enn gamla nótavirkið hjá Vónini, er dupult til víddar sum tað gamla. Umframt betri goymslupláss og verkstað hevur nýggja virkið eisini tekniskar henleikar, sum gera tað nógv lættari at flyta og handfara trolini.
-Hetta virkið er á so høgum stigi, sum einki annað virkið er tað, sigur John Poulsen, stjóri á Vónini.
-Plássið er nógv betri og tað er blivið nógv meira arbeiðsligt, sigur stjórin um nýggja bygningin.
Samogn
Okkurt um 300 fólk møttu, tá eigararnir leygardagin vístu fram nýggja nótavirkið í Fuglafirði.
Eigaraviðuriskiftini eru skipað soleiðis, at reiðarríðini sjálvi eiga krubburnar, har trol teirra verða goymd, meðan P/F Vónin annars eigur bygningin.
Bygningurin, har nótavirkið hjá Vónini hevur hildið til seinastu 20 árini skal nú nýtast til annað virksemið hjá felagnum. Har verður nú framleiðsla og umvæling av nótum til alivinnuna. Hesin partur av virkseminum hjá Vónini hevur higartil verið í leiganum hølum í Syðrugøtu.
Fakta:
Átta eigarar
Tað eru átta eigarar í nýggja nótavirkinum í Fuglafirði. Teir eru:
P/F Vónin, Fuglafjørður, P/F Driftin, Gøta, P/F Krossbrekka, Gøta, P/F Varðin, Gøta, P/F Ísborg, Argir, P/F Hvalnes, Klaksvík, P/F Christian í Grótinum, Klaksvík. Sp/f E.M. Shipping, Tórshavn