Líradagur er 26. august, og tá var vanligt í sínari tíð, at menn fóru at draga líra. Nakrar dagar seinni plagdu teir at taka líra við lykt á kvøldi. Líri og náti gerast floygdir um nøkulunda somu tíð. Hetta er soleiðis eisini tíðin, tá menn plaga at rigga seg til at fara at stima eftir nátum.
Enn er kanska nakað tíðliga, men eitt sindur ymiskt er, nær fuglurin verpur, og hvussu hann búnast. Okkurt ár kundu menn, sum tóku nátungar á sjónum, gera góðar dagar longu, tá farið varð um 23. august. Menn vita tó eisini um bátar, sum løgdu langa leið, men sum ongan nátunga fingu hin 26. august.
Í Sosialinum í dag heldur fuglafrøðingurin, Jens-Kjeld Jensen, at nátin er nakað seinni lagstur í ár enn eitt miðalár, og hansara teljingar vísa eisini, at heldur færri ungar eru á rókini í ár enn eitt miðal ár.
Men nógvur náti er til, og fuglafrøðingurin heldur, at menn saktans kunnu fáa væl av fugli í ár, tá tíðin er komin til, at ungin flýgur úr reiðrinum.