Nátatíðin er nú farin at halla, men enn eru kortini nakrir dagar eftir, har menn kunnu fáa væl av náta á sjónum, um veðrið heldur sær Í dag er ein góður dagur, og hugsandi er, at bátar fara at koma aftur til lands út á dagin við nógvum fugli.
Seinastu dagarnar hevur annars ikki viðrað nakað serligt.
Hann hevur ligið á landnyrðingi, sum er vánalig ætt eystanfyri og norðanfyri, har tann nógva veiðan fer fram.
Fitt av tungari aldu hevur verið í sjónum, men nú hann sigur skiftandi lot, er hugsandi, at sjógvurin fer at slætna eystanfyri.
Fyrr í vikuni var bæði vindur og regn, og tí hevur hendan vikan ikki roynst monnum so væl, sum teir kundu hugsað sær.
Í gjár vóru fáir bátar á nátaveiði, men Sosialurin frætti tó um ein bát, sum hevði fingið 170 fuglar norðanfyri.
Í dag og í morgin er væntandi, at líkindini eru og verða góð.
Tá ið komið er út í næstu viku, fara ungarnir, sum enn sita á rókini, at fækkast.
Sagt verður, at fuglurin sum heild hevur verið góður í heyst.