Onkur bátur hevur longu verið eftir nátungum, men líkt er til, at enn er nakað tíðliga at vænta sær tað stóra talið av fugli.
Og tó; okkurt árið gjørdu menn góðar dagar longu tann 23. august. Onnur ár hevur einki serligt borið til fyrr enn eftir 25. ella 26. august.
Í gjár var ein bátur úr Skopun og stimaði eftir nátungum. Tað er hvíti báturin, sum sæst fremstur á viðheftu mynd.
Úr Skopun verður sagt, at menninir ikki høvdu verið langan dag, og tá teir komu aftur at landi, høvdu teir 38 nátungar.
Ikki nakar stórur nátadagur, men ein byrjan. Alt eftir, hvussu veðrið verður, munnu teir komandi dagarnir og øll næsta vika fara at roynast.
Menn, sum fara at taka náta á sjónum, eru vælkomnir at senda myndir við lítlum teksti til In.fo á post@sosialurin.fo.