Nótaskipini rimmar fiskiskap

Føroysku nótabátarnir gjørdu rættiligt hál millum jóla og nýggjárs, og árið hevur eisini verið gott sum heild

 

Nótaskipini Christian í Grótinum, Norðborg og Tróndur í Gøtu høvdu sera góðan fiskiskap millum jóla og nýggjárs.

Skipini hava roynt eftir makreli í ES-sjógvi, og gjáramorgunin landaðu tey í Noregi fyri aðru ferð, síðani tey fóru avstað annan jóladag.

Makrelkvotan í ES-sjógvi varð hækkað í november mánaði, og tí var nakað eftir at fiska nú við árslok. Prísurin er eisini vanliga góður við árslok, og tí hava túrarnir vestanfyri Hetland givið nógvar pengar.


Besti túrurin

Christian í Grótinum gjørdi ársins besta túr og landaði í gjár 800 tons av makreli. Hósdagin millum jóla og nýggjárs landaði hann 200 tons.

Prísurin hevur verið góður - 4,70 krónur fyri kilo hósdagin og 5,03 krónur fyri kilo í gjár.

Norðborg hevur eisini landað tvær ferðir - samanlagt 1030 tons - men prísurin hjá honum var eitt sindur lægri enn hjá Christian í Grótinum, sum fekk besta prísin.

Tróndur í Gøtu landaði hósdagin 490 tons fyri 3,78 kilo, og í gjár landaði hann um 800 tons, og tá varð prísurin 4,30 krónur.


Trivaligir manningapartar

Tey trý nótaskipini hava sostatt selt fyri umleið fimm milliónir krónur í part seinastu vikuna, og tað skuldi givið ein manningapart upp á einar 50.000 krónur fyri hesar dagarnar.

Christian í Grótinum kom við hesum seinastu túrunum upp á 63.000 tons fyri 2000, og í pengum hevur hetta verið veiða fyri 105 milliónir krónur.

Nótaskipini fara nú aftur til fiskiskap, men tá vit tosaðu við reiðaríini í gjár, var ikki greitt, hvagar tey fara nú.