Finnur Fríði, Saksaberg og Christian í Grótinum eru á veg inn at landa makrel Finnur Fríði er á veg til Ålesund við umleið 430 tonsum av makreli, sum teir fingu millum 3 og 4 stig eystur og millum 59 og 59.30 norður. Meðalvektin er 474 gram, og prísurin er 8,54 norskar krónur fyri kilo.
Saksaberg fekk 100 tons á somu leið. Meðalvektin hjá teimum er 424 gram og kiloprísurin 7,35 norskar krónur, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Christian í Grótinum, sum hevur ligið í Norðhavnini seinastu dagarnar, er eisini farin á makrelveiði. Teir fingu 280 tons í gjárkvøldið og skulu landa í Fiskerstrand, sum er nakað sunnan fyri Ålesund.