Nótaskipini fáa helvtina av kvotuni

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt leistin fyri, hvussu tilsamans 246.000 tons av makreli og norðhavssild skulu býtast millum føroyska fiskiflotan.

Sambært býtinum fáa nótaskipini smá 74.000 tons av makreli at fiska í ár. Tá eru 6000 tons, sum eru flutt frá kvotuni í fjør, íroknað. Harafturat fáa nótaskipini 60.000 tons av norðhavssild at fiska, somuleiðis sum eginkvota. Sum tey einastu hava nótaskipini eginkvotu, bæði til makrel og sild. Allir aðrir skipabólkar fiska av felagskvotu við hámarki.

Ídnaðarskipini fáa tilsamans 20.000 tons av makreli og 13.000 tons av norðhavssild í sín part.

Trolarar í heimaflotanum, í bólki-2 og bólki-4T, fáa 23.000 tons av makreli og 13.500 tons av norðhavssild.

Síðani er ein bólkur við flakatrolarum, rækjuskipum og skipum við rættindum í altjóða sjógvi, sum fær tillutað 16.500 tons av makreli og 12.500 tons av sild.

Og í síðsta bólkinum eru línuskip, útróðrarbátar, garnaskip og skeljaskip, sum fáa tilsamans 2000 tons av makreli og 1200 tons av sild.

Afturat nevndu kvotum koma 8500 tons av makreli og 1000 tons av sild, sum landsstýrismaðurin kann lata Havstovuni og/ella brúka til vinnuligar royndir.

Lógaruppskotið, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild, er enn ikki borin í løgtingið. Og kunngerðin, ið býtir makrel- og sildakvotuna, er heldur ikki lýst.

Les meira í Sosialinum, sum kom í sølubúðirnar í høvuðsstaðarøkinum í gjárkvøldi og kemur í hvørt hús í dag.