Nótaskipini eru í íslendskum sjógvi

Atli Hansen, reiðari, metir, at eini 40.000-50.000 tons av svartkjafti høvdu verið løgd upp til Havsbrún í Fuglafirði seinastu fýra vikurnar, um verkfall ikki hevði verið


Fiskivinna

Føroysku nótaskipini, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Krúnborg, Jupiter og Høgaberg, eru øll á svartkjaftaveiði í íslendskum sjógvi.
  Atli Hansen, reiðari, sigur, at fiskiskapurin er góður, og at skipini gera ein túr um vikuna ella so.
  Skipini hava fylgt svartkjaftinum, sum er komin av leiðunum vestanfyri Írland, norður í føroyskan sjógv, og nú seinastu tríggjar vikurnar hevur mest verið at fingið í íslendskum sjógvi.
  Atli Hansen sigur, at vanliga gongdin hjá svartkjaftinum er, at hann blívur burtur í føroyskum sjógvi umleið 20 mai og tekur seg síðan uppaftur í íslendskum sjógvi.
  - Um mánaðarskiftið juli/august plagar hann at standa um markið millum Føroyar og Ísland á veg norðureftir. Út á heystið vendur fiskurin suðureftir aftur, til hann gýtir vestanfyri Írland móti vári.
  Reiðarin sigur, at nú verkfall hevur verið, og Havsbrún ikki hevur tikið ímóti fiski, hava føroysku nótaskipini landað veiðina i Íslandi. Tann eina túrin landaðu tey í Noregi, men hóast prísurin har var eini 4-5 oyru hægri enn í Íslandi, loysti tað seg ikki, tí siglingarleiðin er longri.
  Atli Hansen metir, at eini 40.000-50.000 tons høvdu verið løgd upp til Havsbrún í Fuglafirði seinastu fýra vikurnar, um vit ikki høvdu havt erkfall.