Stjórin í Nótaskipum, Jógvan Jespersen, stúrir fyri, at tað kann fara at ganga út yvir prísin, sum skip og manning fara at fáa fyri sildina í heyst, at so nógv skal fiskast og fer at koma á marknaðin í senn.
- Vit kunnu velja at trúgva, at alt fer at laga seg – at sildin fer at vera longri í føroyskum sjógvi í heyst, enn hon plagar, og at tað fer at bera til at sleppa av við alla sildina í góðum standi til matna í Føroyum.
Tað eru sjónarmiðini hjá Varðanum í Gøtu, nú sildin skal fiskast. Felagið ásannar, at her liggur nógv í tí óvissa, og tað kann vera ógvuliga skjótt, at sildaskipini renna seg í stórar trupulleikar sum kunnu føra til, at stór samfelagsvirðir fara fyri skeyti.
Men, tað er ikki bara Varðin í Gøtu, sum hevur hesi sjónarmið. Somu sjónarmið hevur eisini felagið hjá uppsjóvarskipum, Felagið Nótaskip. Føroyska uppsjóvartilfeingið í 2017 er rættiliga stórt, harav føroyski parturin av norðhavssild í ár er 125.597 tons í mun til 56.087 tons í 2016.
Tað er tó ikki øll henda nøgdin, sum skal fiskast av føroyskum skipum, tí sild verður eisini latin í býtishandli við onnur lond um fiskirættindi.
Felagið Nótaskip hevur mælt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at loyva flyting av pørtum av eginkvotum av sild frá 2017 til 2018. Hetta er einki óvanligt, tá ræður um uppsjóvarfisk, og hetta er nakað, sum onnur lond loyva.
Ein slík flyting ger heldur ikki, at meira verður fiskað, tí nøgdin av sild verður júst hin sama – antin hon verður fiskað í ár ella næsta ár.
Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, vísir á, at tað hevði gjørt teir, sum reka uppsjóvarflotan, róligari, um Fiskimálaráðið loyvdi flyting av pørtum av eginkvotum.
- Vit mugu síggja í eyguni, at sildakvotan í ár er stór, og umstøðurnar eru serstakar við tað, at eitt av trimum virkjum ikki kann taka ímóti í hesum árinum.
Jógvan Jespersen sigur, at felagið ikki hevur nevnt nakrar nøgdir í samband við ynskið um flyting av eginkvotum, men at felagið heldur, at møguleikin avgjørt eigur at vera til steðar.
- Vit hava tvey stór móttøkuvirki, sum keypa sild, og spurningurin er, um tey megna at fáa alla sildina til høldar – til bestu dygd og besta prís.
Stjórin í Nótaskipum vísir á, at landingarbann er uttanlands, tí lógin sigur, at her liggur eitt tvær krónu avreiðingargjald fyri kilo á makreli og sild.
- Hetta er tað sama sum at siga, at landingarbann er uttanlands, bæði tá ræður um makrel og sild, og tí er eingin hugsingur um at landa uttanlands, sigur Jógvan Jespersen.