Nótaskip mótmæla kvotabýti

Málið um ídnaðarskipini, sum tað almenna í sínari tíð keypti út úr føroyskum sjóøki, hevur nógvar ferðir verið uppi og vent, tá kvotur í føroyskum sjógvi skulu býtast, og soleiðis er aftur hesaferð

Kvotabýti

 

Eftir at Fiskimálaráðið hevur útlutað ein part av lítlu svartkjaftakvotuni, sum føroysk skip kunnu fiska í 2009, hevur Felagið Nótaskip gjørt vart við síni sjónarmið í hesum máli.

Orsøkin til, at Fiskimálaráðið nú hevur gjørt eina fyribils útluting av einum parti av okkara kvotu, er, at skipini skulu sleppa til fiskiskap.

Sambært Fiskimálaráðnum verður endaliga kvotabýtið ætlandi ásett seinni í hesum mánaðinum.

Felagið Nótaskip hevur viðgjørt støðuna og hevur í vikuni sent Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, eitt skriv, har felagið mótmælir býtinum.

 

Selja kvotur

Í mótmælinum átalar felagið serliga, at svartkjaftakvota verður tillutað skipum, ið ikki fiska svartkjaft, sum felagið tekur til.

Felagið Nótaskip heldur, at eitt grundsjónarmið í fiskivinnupolitikkinum eigur at vera, at eingin kann fáa tillutað kvotu einans við tí endamáli at selja hana víðari.

Á hesi opnu hyggja vit nærri at mótmælisskrivinum, sum felagið hevur sent, og vit hyggja eisini nærri at málinum í síni heild.