Nú oljan er so dýr, eiga føroyingar kanska at hyggja upp á nótaveiði við smærri fiskiførum. Norðmenn fiska nógvan upsa við nót Norska nótaskipið Einar Erland úr Meløy hevði fram til í síðstu viku fiskað tilsamans 1.268 tons av upsa.
Miðalprísurin liggur um 6 norskar krónur fyri kilo, og veiðivirðið svarar soleiðis til slakar 8 miljónir norskar krónur.
Sum skilst, royna 33 norsk skip við nót eftir upsa.
Tað eru serliga skipini Einar Erland, Slettholmen og Bjarne Nilsen, sum hava havt góða veiði, og tey hava øll fiskað meira enn 1000 tons av upsa í part.
Hesi trý skipini hava fiskað ein triðing av samlaðu upsakvotuni, sum fiskast kann við nót.
Hetta skrivar FiskeribladetFiskaren.
Norðmenn fiska fleiri túsund tons av upsa við nót um árið. Tað eru smærri skip, sum eru á hesi veiði.Kanska kundi hetta verið eitt hugskot til føroysk reiðaríir og myndugleikar, nú oljan er vorðin so dýr.