Felagið Nótaskip hevur nú fingið skjalið upp á, at veiðan eftir norðhavssild hjá limum felagsins er burðardygg. Hetta hendi á samkomu á Hotel Hafnia seinnapartin í gjár.
Tað var Vibeke Bagger, umboðandi Det Norske Veritas í Danmark, sum handaði Jógvani Jespersen, stjóra í Felagnum Nótaskipum, skjalið.
Íslendingurin, Gisli Gislason, sum umboðar MSC (Marine Stewardship Council), var eisini hjástaddur við handanina.
Eini 30 fólk vóru til móttøkuna, og umboð fyri føroyskt vinnulív og myndugleikar nýttu høvi at ynskja felagnum tillukku við góðkenningini.
Jógvan Jespersen, stóri í Felagnum Nótaskip, segði, at tilgongdin at fáa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli hjá limum felagsins góðkendan, byrjaði so smátt fyri einum ári síðan. Tá fingu reiðaríir signalir frá keyparum um, at tey fóru at fáa trupulleikar at sleppa av við fiskin, um tey ikki syrgdu fyri at fáa eina slíka góðkenning.
Stjórin vísti á, at í pelagisku vinnuni er tað so, at eitt lítið sindur hvønn vegin í kiloprísi hevur stóran týdning, tí nøgdirnar eru so stórar.
- Vit máttu arbeiða skjótt, tí meginparturin av aktørunum í silda-og makrelfiskiskapinum í Noregi og ES høvdu fingið ella vóru ávegis móti eini góðkenning.
Hann segði, at Felagið Nótaskip hevði ikki ímyndað sær, at rákið á hesum øki fór at broytast so skjótt.
- Vit fóru inn í hetta arbeiði, tí vit vildu tryggja okkum besta prís, men á ávísum marknaðum er tað líka so nógv ein spurningur um yvirhøvur at sleppa av við fiskin, segði Jógvan Jespersen, sum legði aftrat, at góðkenningin fyri burðardygga makrelveiði nú eisini liggur rættiliga nær.










