Nótaskip fingið MSC góðkenning

Sum tað fyrsta føroyska felagið hevur Felagið Nótaskip fingið MSC góðkenning fyri burðardygga veiðu eftir Norðhavssild. Stjórin í felagnum Nótaskip, Jógvan Jespersen, sigur við heimasíðuna FishNewsEu, at teir eru stak væl nøgdir við, at hava fingið góðkenningina upp á pláss, og at tað er gjørt hetta eftir bara níggju mánaðum.

Jógvan Jespersen leggur afturat, at tað hevur stóran týdning fyri felagið, at veiðan framhaldandi verður burðardygg, tí hetta er vegurin fram.

- Tað hevur sera stóran týdningi fyri okkum, at fiskastovnarnir eisini frameftir eru burðardyggir. Marknaðurin fyri góðkendari burðardyggari veiðu eru stórir og í vøkstri, og vit gleða okkum til møguleikan at selja okkara góðkendu veiðu, sigur hann við heimasíðuna.

Eisini økisstjórin hjá MSC fyri Norðurevropa, Camiel Derish, fegnast, og hann sigur, at góðkenningin er ein staðfesting av, at føroyski sildafiskiskapurin er væl skipaður, eisini við atliti til framtíðina.

- Fyri MSC er tað ein stórur heiður, at ein so sterk fiskivinnutjóð, kemur upp í vaksandi bólkin við MSC-góðkendum fiskiskapi. Eg eri vísir í, at keyparar kring heimin vilja hava føroyska norðhavssild, sum er veidd burðardygt, og eg eri eisini vísur í, at føroysk fiskivinna framhaldandi fer at geva íblástur til aðra fiskivinnu í Norðuratlantshavi, sigur Camiel Derish.