Nótar og ónótar í Trongisvági

Um vikuskiftið stóð tónleikur veruliga á breddanum í Suðuroynni. Stór tónleikastevna var í høllini í Trongisvági, har tónleikanæmingar í oynni hittust, umframt at eldri royndir tónleikarar luttóku. Úr Suðuroynni eittnú spælarar úr Tvøroyrar Hornorkestri og úr Havn kom t.d. GHM á vitjan. Endað varð við stórari konsert sunnudagin við teim 120 savnaðu tónleikarunum

Næmingar og lærarar í Suðuroyar Musikskúla hittust um vikuskiftið til stóra tónleikastevnu í høllini og skúlanum í Trongisvági. Umframt fingu hesi vitjan av tónleikarum úr Havn og aðrastaðni, t.d. luttók GHM. Í alt luttóku eini 120 tónleikarar á stevnuni, sum Musikskúlin og Ulf Nordlund, tónleikalærari, skipaðu fyri.
 
Nótar og ónótar
                      Vant varð allan leygardagin og sunnudagin. Luttakarar gistu á skúlanum og tá so nógv fólk, eisini tey í yngru aldursbólkunum, savnast á einum stað, so er ofta, at svøvnurin kemur í síðstu røð. So mundi eisini vera í Trongisvági.
                      Eftir lokna venjing leygarkvøldið, var hugni á skránni og klokkan 24 skuldi farast í soviposarnar, men sunnumorgunin klokkan 9 var aftur venjing, men tá vóru helst fleiri, sum kundu hugsað sær at havt fingið eyguni aftur nakrar tímar afturat, tí nógvar tímar av svøvni mundu serliga yngra ættarliðið ikki hava fingið. Ikki var ófriðarligt ella keðiligt, men heldur hugnaprát og spæl og ósekir ónótar, eftir væl skipaðu nótarnar allan leygardagin.
                      Men alt gekk eftir vild og venjingarnar sunnudag gingu væl.
                      Og tað gjørdi endakonsertin sunnudagin klokkan 15 eisini. Yngru næmingarnir, harav onkur neyvan hevur spælt meira enn nakrar mánaðir, leiktu 4 løg. GHM og hinir meira royndu tónleikararnir spældu eini 4 flott løg, m.a. eina flotta útgávu av Let Me Entertain You. Eitt bigband , samansett av lærarum, leikti eini tvey løg í steðginum, og har legði Brandur Enni rødd til. Endað varð við stórum finalusangi, har øll leiktu við og Brandur sang. Lagið var Villar Víddir hjá Kára p og Ulf Lundell.Troytt, men væl nøgd, kundu luttakarar ? og eisini áhoyrarar -  leita heim sunnudag. Summi við Smyrli og onnur við bili. Eftir eru minnini um gott tónleikaupplivilsi, har eisini felagsskapurin taldi við.