Jústinus Leivsson eidesgaard
Í løtuni loysir tað seg væl at vera við nótabátunum og eisini hóast at prísurin er nakað fallandi. Í fjør vunnu manningarnar á føroysku nótabátunum nógv meira enn manningarnar í hinum skipabólkunum og soleiðis hevur verið seinastu fýra árini. Miðal árshýran hjá nótamonnunum í fjør var 552.000 krónur, hetta gevur 2968 kronum um dagin,teir 186 dagarnir teir hava verið til fiskiskap.
Tølini í Árbókini fyri Føroya staðfesta eisini, at tað gongur upp og niður í fiskivinnuni. Nótabátarnir høvdu tað als ikki so gott fyrru helvt at hálvfemsunum. Smáar kvotur og vánaligur prísur.Men síðan 1994 hevur tað gingið støðugt uppeftir og hýran er trýfaldað seinastu fýra árini. Útlitini eru tó ikki tey bestu nú, eitt nú er makrelprísurin fallin í botn. Fiskiskapurin hjá nótabátunum á vesturstrondini í Suðurameriku er rættuliga við at taka seg upp aftur eftir keðiliga árini frá streyminum El-Ninio og nógvur fiskur kemur á marknaðin. Við góða úrslitinum seinastu árini skuldu nótabátarnir verið væl konsiloderaðir.
Inntøkan hjá fiskimonnum hevur sum heild verið góð í fjør og tað er langt síðan at hagtølini hava verið so javnt høg millum allar skipabólkar av týdningi.
Eftir nótabátunum, so er hýran best á teimum smáu ísfiskatrolarunum. Teir høvdu í meðal 227 fiskidagar í fjør og hetta gav eina ársløn upp á 371.000 krónur ella 1635 krónur um dagin tá teir vóru úti.
Hóast lønin hjá manningunum umborð á teimum stóru hekkutrolarunum, sum royna í Barentshavinum er tann triðhægsta í flotanum og er hækkað seinstu seks árini, so er hon lítið aftur i móti hvat hon var í 1992 og árini framman undan. Árshýran í meðal hjá hesum skipabólki var 345.000 krónur móti 551.000 krónum í 1992. Kreppan í 1992 rakti hendan skipabólk meint. Dagshýran lækkaði við 600 krónum og hóast bátarnir royndu knappar 300 dagar í 1993, so var endaliga úrslitið 125.000 krónur lægri enn árið fyri.
Tveir bólkar eru heilt farnir burturúr føroyska fiskiflotanum, bólkar sum fyrr kundu sýna flott úrslit. Teir eru saltfiskalínuskipini og frystiskipini á hemara og svartkalvaveiðu. Nýggir bólkar eru komnir afturat.










