Tað er týdningarmikið at hava umhvørvið í huga, nú farið verður eftir náta, og leivdirnar skulu burturbeinast.
IRF heitir tí á øll, ið taka náta, at minnast til serstøku leiðbeiningarnar í sambandi við burturbeining av leivdum.
Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið, sigur IRF.
Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.