Enn er nátatíðin lítið liðin, og alla næstu viku skuldi góð tíð verið til náta á sjónum Leygardagurin, sum nú er farin aftur við, royndist ikki nakað serligur hjá nátamonnum, nú nátatíð er.
Vanliga plaga nógvir bátar at loysa ein slíkar leygardag um mánaðarskiftið august/ september, sum er besta nátatíð og flestu hava frí.
Í morgun loystu nógvir bátar, sum ætlaðu sær at stima eftir nátungum. Veðurvánirnar vóru góðar, men longu tíðliga í morgun fingu vit at vita, at aldan var høg kring um Føroyar.
Hetta sóu menn eisini skjótt, tá teir komu út í firðir og út á hav. Tað var stór tung alda í sjónum, og viðhvørt lotaði hann so mikið, at ikki var roynandi.
Tá nátungi skal takast á sjónum, er neyðugt, at lotið ikki er ov frískt, tí tá flýgur fuglurin, tó at hann enn man hava sitið stutt á sjónum.
Portalurin hevur frætt frá nátamonnum í dag, og teir lata ikki væl at, hvussu veðrið vignaðist.
Flestu gremja seg um, at lotið var ov frískligt, samstundis sum stór og tung alda var á sjónum.
Portalurin hevur tó frætt um bátar, sum fingu upp í einar 300 nátungar ein langan dag í dag.
Aðrir fingu minni, og tað vóru eisini teir, sum fóru til lands aftur - ella løgdu seg innari á, tí ikki var farandi út á hav.
Veiðan gjørdist eisini hareftir.
Enn er nátatíðin lítið liðin, og alla næstu viku skuldi góð tíð verið til náta á sjónum.
Leygardagurin komandi skuldi eisini verið innanfyri karmarnar av nátatíðini, tó at hon tá fer at halla á hesum sinni.
Hvussu leingi ungar sita eftir í berginum, veldst eisini um, hvussu veðrið háttar sær.