Nýta vindorku í Bretlandi

Norska fyritøkan Hydro keypti mánadagin helmingin av bretska vindmyllufelagnum Scira, og gongst eftir ætlan, fer norska fyritøkan at keypa 45 prosent av partabrøvunum afturat um stutta tíð.

Scira hevur fingið heimild til at seta 100 vindmyllur upp á 20 metra dýpi uttan fyri ensku eysturstrondina. Verkætlanin er mett at kosta góðar 2,2 milliardir krónur, og ætlandi skal tann seinasta myllan setast upp um fimm ár. Tær 100 vindmyllurnar skulu veita 175.000 húsarhaldum í Norfolk streym, og ætlanin er, at framleiðslan frá kolorkuverkum skal skerjast tilsvarandi.

Bretska stjórnin hevur økt stuðulin til varandi orku munandi, og leiðslan í Hydro dylur ikki fyri, at uttan stuðulin hevur verkætlanin í Norfolk ikki verið lønandi.