Hanus Hansen váttar fyri Kringvarpi Føroya, at Næraberg hevur eina ósemju við Fiskimannafelagið við um lønina Norðingi, men sigur, at hetta er sami sáttmáli, sum Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Jupiter, Tróndur T, Fagraberg og líknandi skip brúka.
- Tað er rætt, at vit hava verið á nøkrum fundum við Fiskimannafelagið um málið, men eg trúði, at málið var loyst, sigur Hanus Hansen við KVF, og vísir á, at manningin sjálv hevur sent skriv til manningarfeløgini, um at hon er nøgd við at fáa 17,5 prosent, sum seravtalan leggur upp til og hini nótaskipini brúka.
Hanus Hansen heldur ikki tað vera rætt, at Norðingur nú ikki skal sleppa at løna manningini eftir sama sáttmála sum Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og líknandi skip.
- Sleppa vit ikki at dríva skipið eftir somu treytum sum hini nótaskipini, so er eingin framtíð fyri hetta skipið, sigur reiðarin við KVF.