Henrik Old
Tá uppsagnarreglurnar í sínari tíð komu inn í sáttmálan millum Fiskimannafelagið og
Reiðarafelagið, var hetta at rokna sum eitt stórt framstið fyri fiskimannin. Nú tykast partar av uppsagnarreglunum verða ein forðan fyri, at fiskimenn koma undir somu treytir sum onnur í ALS skipanini.
Tá bæði Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið eru greið yvir, hvørjar treytir ALS stýrið setur fyri, at fiskimenn koma í ALS skipanina, tá ið skip liggja í eitt óvist tíðarskeið, so eigur at bera til at laga tann partin av uppsagnarreglunum soleiðis, at fiskimenn hava somu treytur sum onnur, tá ið teirra vinnutól liggur stilt í longri tíð.
Øll sum hava havt við skip at gera kenna trupulleikan, tá ið skip til dømis skal á beding.
Roknað verður við, at yvirhálingin tekur kanska tvær vikur. Tá arbeiðið er byrjað, so kemur ein rúgva av øðrum tingum undan kavi, sum eisini eru neyðug at gera, áðrenn skipið sleppur frá kai aftur, tað verður seg krav frá Skipasýninum, klassa og mangt annað.
Er talan um eitt eldri skip, so kann lættliga tann fyrsti mánaðurin og meiri enn tað ganga, áðrenn loyst verður aftur. Mong dømir eru um, at tað sum var ætlað at taka tvær vikur, kom at taka seks vikur. Alla hesa tíðina gongur manningin uttan nakra krónu.
Tað var harmuligt, at roynd ikki var gjørd at broyta tann partin av uppsagnarreglunum, nú samráðingar vóru millum partarnar stutt undan jólum.
Eg eri ikki í iva um, at um øll trý manningarfeløgini samdust við reiðarafelagið um at gera eina roynd í eitt ár at annulera uppsagnarregluna, um tá skip koma at liggja í óvissa stytri tíð, men samtíðis hildið fast við restina av uppsagnarreglunum, so høvdu fiskimenn komið í ALS skipanina á sama hátt sum onnur.
Tað hevði verið spennandi at sæð, hvussu eitt royndarár hevði gingist. Truplari enn tað er nú, kann tað neyvan blíva.