Tíðindaskriv frá Skeiðsdeplinum
Eftir- og viðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska skúla í Torshavn
GLÚ, sum stendur fyri Grundleggjandi Leiðaraútbúgving er ein eftirútbúgving í leiðslu. Útbúgvingin vendir sær til allar verandi og komandi leiðarar, sum ynskja sær eina holla leiðslufakliga grundútbúgving. Høvuðsdenturin í útbúgvingini liggur á tí, sum kann kallast millumleiðaraøkið.
Grundleggjandi Leiðaraútbúgvingin er eitt svar uppá tær ovurstóru avbjóðingar, sum ein broyttur arbeiðsmarknaður hevur sett til leiðsluyrki. Tað at leiða eina fyritøku setir í dag heilt øðrvísi krøv til leiðsluna enn fyri bert fáum árum síðani.
Fleiri orsøkir eru til, at arbeiðsmarknaðurin er broyttur. Eitt nú er útbúgvingarmynstrið broytt, soleiðis at fólk í dag leggja størri dent á støðugt at menna seg fakliga, enn tey áður hava gjørt. Eisini framleiðslumynstrið er broytt almikið seinastu árini, fyrst og fremst orsaka av KT og alheimsgerð. Vanlig vøruframleiðsla minkar støðugt í okkara parti av heiminum. Í staðin fyri at framleiða vørur fara fyritøkur á okkara leiðum meira og meira yvir til at framleiða og selja vitan. Hendan broyting ávirkar allan arbeiðsmarknaðin, eisini tann partin, sum framvegis fæst við vøruframleiðslu.
Broytti arbeiðsmarknaðurin hevur við sær, at ein heilt øðrvísi kapping hevur tikið seg upp um tey dugnaligastu starvsfólkini. Sum nevnt krevja alt fleiri fólk í dag møguleika til støðugt at menna seg fakliga. Hetta er neyðugt hjá tí einstaka, skal hann ikki siglast afturút í skjótu tøkniligu menningini, sum vit uppliva í dag. Kappingin um dugnaligastu starvsfólkini kann tískil ikki vinnast bert við at bjóða eina høga løn.
Tær fyritøkur, sum standa seg væl í kappingini um dugnalig starvsfólk, eru hinvegin tær, sum megna at sameina menningartørvin hjá tí einstaka starvsfólkinum við menningartørvin hjá fyritøkuni. Einstaka starvsfólki verður soleiðis ein íløga hjá fyritøkuni, sum støðugt má røkjast fyri at løna seg. Hetta er tað, sum nútímans leiðsla snýr seg um.
Við GLÚ bjóðar Skeiðsdepilin fram eina útbúgving, sum er gjørd við tí fyri eyga at geva luttakarunum ein grundleggjandi førleika í nútímans leiðslu. Útbúgvingin byggir á ta leiðslufilosofiina, sum nevnist Human Ressource Management ella HRM. Hetta er ein filosofi, sum leggur dent á, at fyritøkan fær fulla nyttu burturúr teimum førleikum, sum einstaka starvsfólki hevur. Hetta skal koma bæði starvsfólki og fyritøku til góða. Avgerandi fyri at hetta skal eydnast, er ein dygdargóð og málrætta leiðsla. Ein slík leiðsla fæst best um leiðarar á øllum stigum í fyritøkuni fáa í minsta lagi eina grundútbúgving í leiðslu. Og tað er hesa grundútbúgving, sum Skeiðsdepilin nú, fyri triðju ferð, bjóðar fram.
GLÚ byrjar aftur í oktober og til ber at tekna seg til útbúgvingina longu nú á Skeiðsdeplinum. Undirvísingin er skipað sum dagskeið, tilsamans 12 dagar í eitt hálvt ár. Fyritøkur og stovnar, sum ynskja nærri kunning um útbúgvingina, kunnu venda sær til Skeiðsdepilin, sum bjóðar sær til at skipa fyri kunnandi tiltøkum úti hjá fyritøkunum og stovnunum sjálvum. Einstaklingar eru sjálvandi eisini vælkomnir at venda sær til Skeiðsdepilin, um teir ynskja at vit meira um GLÚ.
Á heimasíðuni www.skeidsdepilin.fo er innihaldslýsing og tíðarskeið, sama fæst eisini við at ringja tel. 318813.
Nýggi faldarin hjá Skeiðsdeplinum við útbúgving og skeiðum fyri 2004/2005 kann bíleggjast á heimasíðuni www.skeidsdepilin.fo ella við at ringja tel. 318813.










