Nútímans parkeringshús á Skálatrøð

Skil skal fáast á parkeringini í miðbýnum í komandi valskeiði. Eitt tíðarhóskandi parkeringshús á Skálatrøð er ein liður í ætlanini

Eitt nútímans parkeringshús á Skálatrøð skal verða ein partur av ætlanini at loysa parkeringstrupulleikarnar í miðbýnum. Eitt sjálvvirkandi parkeringshús, har tú letur bilin inn. Bilurin verður síðani – í einari sjálvvirkandi skipan –  settur trygt á eitt parkeringspláss, til tú heintar hann aftur á sama staði. Slík parkeringshús eru at síggja í grannalondunum, og tey eru ein góð loysn, tá lítið pláss er at byggja á.

Nútímans parkeringshúsið kundi t.d. verið bygt upp ímóti hamaranum á Skálatrøð og sprongt so langt inni í hamaran, sum til ber. Ein avbjóðing at spreingja ein parkeringstunnil inn í henda helluveggin er tó, at fleiri hús í hesum býarpartinum longu hava fingið jarðhita, og tískil ganga rør frá hesum húsum langt niður ígjøgnum helluna. Henda spurningin lata vit tó upp í hendurnar á serfrøðingunum at greina nærri.

Skálatrøð er framvegis eitt hóskandi stað at útbyggja parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum, bara vit velja røttu loysnina, sum gagnar bæði borgarum og vinnulívi.

Og so fyri beinanvegin at svara spurninginum, hví hava tit í samgonguni ikki longu gjørt hetta? Tað er m.a. tí, at ein stórur partur av vegakervinum í høvuðsstaðnum er umskipaður í hesum valskeiðnum, men vit komu tíverri ikki á mál við ætlanunum at víðka parkeringsmøguleikarnar í miðbýnum. Í hesum valskeiði hava vit m.a. umskipað ferðsluna kring Glasir og Skúlan á Fløtum, umframt at ljóskurvar eru settar upp á vegakrossinum við Hoydalar.

Trygg parkerings- og ferðsluviðurskifti eru eitt aðalmál hjá mær í komandi valskeiði.

Bogi Andreasen,

valevni fyri Fólkaflokkin og formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð