Nútímans og rúmlig kommuna

Eg vil, at í Tórshavnar kommunu skal vera rúm fyri øllum!
Hetta merkir, at øllum – yngri sum eldri, støkum sum familjum, skulu verða í boði bíligar og hóskandi íbúðir, so at fólkasamansetingin verður javnari og trivnaðurin betri til gagns fyri neyðuga búskaparvøksturin og fólkavøksturin!
Hetta merkir, at eldri skulu kunna útvega sær hóskandi bústaðir í deplum við felagshúsi og heimarøkt til tess at hava bestu fortreytir fyri einum góðum og virðiligum lívi í egnum heimi sum longst!
Hetta merkir, at í eldrarøktini skulu skipast fleiri umlættingarpláss við stimbrandi endurvenjingum, so at hesi fáa eitt longri, betri og virknari lív í egnum heimi!
Hetta merkir, at rehabiliteringstilboð skulu tryggja øllum, ið hava fyri neyðini, framhaldandi møguleika fyri virknari luttøku á arbeiðsmarknaðinum til gagns fyri seg og samfelagið sum heild!
Hetta merkir eisini, at lista- og mentafólkini skulu hava munandi betri umstøður til lista- og mentanarliga virksemið, ið er so neyðugt fyri tolsemið og virðingina fyri list sum tilfeingi!
Hetta gevur ein nútímans og rúmligan høvuðsstað!
Vit fremja úrslit!