Longu tríggjar tímar undan dystinum eru nógv Manchester United viðhaldsfólk samlað uttan fyri Old Trafford og í økinum rundanum. Tað er heitt í veðrinum og sólin hevur hug at koma fram.
Summi eru komin at vitja Manchester United-handlin í eystara endanum á Old Trafford, meðan onnur eru komin fyri at fáa sær eina øl og okkurt gott at eta.
Kring alt økið standa pylsuvognar og básar, ið selja ymisk Manchester United-pløgg. Tað eru ikki bara núverandi spælarar, ið eru at síggja á pløggunum, tí eisini menn sum Eric Cantona, George Best og Bryan Robson eru millum teirra, sum viðhaldsfólkini vilja hava á troyggjurnar.
Steven Gerrard, Fernando Torres, Rafael Benitez og Carlos Tevez eru eisini millum teir útvaldu, men av øðrum orsøkum. Tríggir teir fyrstu, tí teir umboða Liverpool, og Tevez, tí hann í summar skifti til grannarnir í Manchester City.
Venda hvør sín veg
Í fleiri harrans ár hava Liverpool- viðhaldsfólk kunnað erpað sær við, at teirra lið hevur vunnið flest meistaraheiti. Í fjør eydnaðist Manchester United at vinna sítt 18. meistaraheiti, og tað eru líka nógv sum Liverpool. Tí hevði dysturin ein heilt serligan søguligan týdning.
Fyri Liverpool var hetta seinasti møguleikin at steðga Manchester United í at yvirhála seg í søguliga týdninginum. Men støðan áðrenn dystin sigur eisini, hvønn veg tað vendir. Manchester United liggur í oddanum og hevur akkurát havt vitjan av AC Milan í Champions League.
Liverpool liggur hinvegin illa fyri í stríðnum um fjórða plássið, við 15 stigum færri enn Manchester United. Í vikuni høvdu teir vitjan av franska Lille – í tí nógv minnu Europa League.
Hóast dysturin byrjaði longu klokkan 13.30, var stemningurin undan dystinum góður, og fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum var tað sera intenst. Viðhaldsfólkini gjørdu nógv burturúr at arga hin partin. Manchester United-viðhaldsfólkini vístu á, at tey eru meistarar og at tað eru 19 ár, síðani Liverpool vann meistaraheiti. Aftursvarið hjá Liverpool-viðhaldsfólkunum var at vísa á teir fimm Europa Cup- og Champions League-sigrarnir hjá felagnum.
Trygdin í hásæti
Dysturin var ein sokallaður »High Risk«-dystur, sum merkir, at nógvir politistar og nógv trygdarfólk eru til staðar. Øll verða kropskannað, áðrenn tey sleppa inn á stadion, og inni á stadion verða Liverpoolviðhaldsfólkini umringað av trygdarfólkum, ið skilja tey frá Manchester United-viðhaldsfólkunum.
Gjøgnum allan dystin helt politiið eyga við Liverpool-viðhaldsfólkunum. So skjótt, onkur ikki dugdi at uppføra seg, kom eitt herlið av politistum eftir viðkomandi og tveitti hann út. Hetta fall ikki í góða jørð hjá vinmonnum og viðhaldsfólkinum í nærheitini, ið østu seg inn á strongu viðurskiftini og politiið.
Tá dysturin var liðugur, komu einir 50 politistar at stilla seg fyri útgongdirnar, so ongi Liverpool-viðhaldsfólk sluppu út fyribils. Gjøgnum dystin var stemningurin blivin so heitur millum viðhaldsfólkini, at løgreglan tók ongar kjansir.
Ósamdir venjarar
Mest umtalaða støðan í dystum var, tá Manchester United fekk brotsspark. Liverpool-spælararnir vildu vera við, at tað var uttan fyri brotssteigin, meðan Manchester United-spælararnir vildu hava brotsmannin hjá Liverpool, Javier Mascherano, útvístan.
Eftir dystin vóru venjararnir sjálvsagt ikki samdir um støðuna. Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, helt ikki at tað var brotsspark, meðan Sir Alex Ferguson var vísur í, at Mascherano skuldi fingið reytt.
Um vónirnar at vinna meistaraheiti, segði Sir Alex, at um Nemanja Vidic og Rio Ferdinand kundu halda seg frá skaðum, so hava teir ein góðan møguleika. Manchester United liggur nú fremst í Premier League og hevur nú lagnuna í egnum hondum. Hjá Liverpool verður tað hinvegin sera torført at røkka fjórða plássinum.