Nýt døgverðarestirnar til nýggjar og leskiligar rættir

Nýtir tú hugflogið, so kunnu døgverðarestir lættliga verða til nýggjar og lekkrar rættir dagin eftir

Sambært kanning um føroyingar og matoyðsl, sum Á samtakið gjørdi í fjør, so siga 94 prosent av teimum spurdu seg koyra mat burtur, tí tey ikki klára at eta hann ella tí, at hann er farin um haldførisdato. Størsta orsøkin til, at maturin verður burturbeindur er, at hann er farin um haldførisdato.

 

 

Kanningin hjá A samtakinum vísti eisini at breyð, viðskeri og døgverðarestir er tað, sum flest fólk koyra burtur. Samstundis sum døgverðarestir er tað, sum flest fólk beina burtur, so siga fólk seg eisini harmast mest um, at døgverðarestir fara til spillis.

 

 

Í staðin fyri, at maturin endar í ruskílatinum, tí hann verður gloymdur í kuldaskápinum, so kann hann hitast upp aftur ein ella tveir dagar seinni, ella kann kann nýtast til at gera nýggjar og lekkrar rættir við. Tað er betri fyri pengapungin, samfelagsbúskapin og fyri umhvørvið.

 

 

Les eisini: Matoyðsl: Vit koyra mest av døgverðarestum vekk 

 

 

Restir av karrybollum við rísi kunnu millum annað nýtast til ein leskiligan døgverða pitabreyði. 

 

 

Til 4-6 fólk

 

 

Tilfar:

 

 

·      Restina av karrysósini (á leið ein desilitur)

·      250 gramm av grikskum jogurti

·      3 súpiskeiðir av saftini úr einum blikki av ananas

·      1 teskeið av sukri

·      Restina av rísinum

·      3 grovt rivnar gularøtir

·      200 gramm av ananas í bitum (úr einum blikki)

·      1 agurk skorna í smáar bitar

·      75 gramm av rosinum

·      ¾ teskeið av grovum salti

·      Nýmalið pipar

·      Restina av karrybollunum skornir í flísar

·      50 gramm av salati

·      6 pitabreyð

 

 

Mannagongd:

Rør karrysósina, grikska jogurti, saftina úr ananasblikkinum og sukrið saman. Set dyppið í kuldaskápið í minst 15 minuttir. Smakka til við salti og pipari.

 

 

Blanda rísið, gularøturnar, agurkina, ananasið, rosinurnar, salt og pipar saman. Sker karrybollarnar í flísar og legg teir oman á salatbløðini á eitt fat.

 

 

Hita pitabreyðini í ovninum.

 

 

Tipp: Karrydyppið smakkar eisini væl í eini tvíflís við salat, høsnarunga og fleski.

Les eisini: Minka um matoyðsl um Páskirnar