Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eitt hálvt ár er millum hesar myndirnar, og longsta dag á árinum hoyrdi eg mann siga so uppgevandi, ja nú styttast dagarnir aftur. Rætt er at dagarnir styttast, men dekan og dapurskygd er longu nú at stúra fyri styttri døgum í fyrru helvt av juli, meðan grør um gangandi fót og náttúrar angar í fullum blóma.
Eitt hálvt ár er millum hesar myndirnar, og tær vísa hvussu sólin ferðast eftir himmalinum. Fáar staðir í landinum fær tú betri eygleitt sólina enn á Hellunum, her eg nú arbeiði. Oyndfjarðarfjall sýnir alt árið hvar sólin er stødd á himmalinum, um tú hevur lagt teg eftir at leggja til merkis, og um tú dugir at skyna á við heilt vanligari fornuft.
Styttstadag kom sólin sum ein kíli oman í bygdin, og hitaði bert tvey hús, tey á Marknagili og tey í Garðshorni. Nú um summarið er alt fjallið og øll bygdin fevnd av sólarinnar heita kossi, tá hendan sleppir framat.
Og hví so vísa eina náttarmynd av Oyndfjarðarfjalli nakað eftir Jóansøku fyri at sýna hvussu sólin ferðast eftir himinum. Jú, nú er sólin komin á mál á síni ferð norður eftir, og er á ferð suður eftir aftur. Og tá hon er norðast longsta dag ella dagarnar 21,22 og 23 juni, tá rísir hon í ein landnyrðing og setir útnyrðing. Undan jólum styttsta dag rísir hon í ein landsyning og setir í ein útsynning. Tí gevur tað meining at sýna Oyndfjarðarfjall á náttartíð nakað eftir jóansøku. Vit síggja hvussu allur himmalin er upplýstur norðanfyri av sólini, sum ber er eina lítla løtu undir havsbrúnni og tað er ljósið frá æviga degnum norðarfyri í londunum og havinum norðanfyri pólkringin, sum vit síggja á himmalinum norðanfyri Oyndfjarðarfjall.
Hyggur tú eftir myndini, so hevur tú landnyrðingin har sólin rísur hesa tíðina høgru megin og útnyrðing har sólin setir vinstrumegin og fjallið er hesa tíðina á degnum bikasvart, sætt av Hellunum. Tú sær eisini at myndin er tikin nakað eftir sólsetur.
Ein mynd tikin á nátt undan jólum styttsta dag við Oyndfjarðarfjalli í baksýni vildi sýnt ein svartan himmal, veikt upplýstan av stjørnum ella mánalýsi og tá er myrkt allan dagin, longur tú kemur norður á knøttin, og onki annað lýsir fyri tær enn norðlýsið, ið dregur tjøld eftir himmalinum og mánin sjálvsagt eisini. Og var klárt, so hevði tú hómað Norðstjørnuna, ella Polaris, beint yvir tí lægsta upp í á fjalli, sum við kalla uppi á Lágni. Og hálar tú Norðstjørnuna vinkulrætt niður á fjallið, so fær tú beinan norðan. Men tað er ein onnur søga og hon liggur eitt sindur longur frammi í tíðini.
Dagarnir styttast alsamt, og tað fara teir at gera heilt fram í jólavikuna. Dagurin er longu styttur við umleið einum tíma og 20 minuttum og á Ólavsøku er fríggingarmyrkt. Men tað velst sjálvandi um hvussu skjótur tú er. Á Ólavsøku er skýming í 79 minuttir og so má lýsingin taka tað sama og so eru fýra og ein hálvur tímir til myrkursins leikir. Á Ólavsøku er dagurin er styttur við tveimum tímum og einum minutti.