Higartil hevur verið hildið, at Finnbogi Ísakson er yngsti valdi tinglimurin nakrantíð, men ein eftirkanning vísir, at Jákup í Jákupsstovu, sum varð valdur á Ting í 1945 fyri Javnaðarflokkin er yngst valdi tinglimurin. Hann var 23 ár og fýra mánaðir, tá hann varð valdur á Ting.
Á valinum leygardagin gjørdist Hanus Samró næstyngstur við sínum 23 árum og seks mánaðum, meðan Finnbogi var 23 ár og níggju mánaðir, tá hann varð valdur á Ting í 1966.
Í veljarakanning í Sosialinum fríggjadagin stóð Hanus Samró til at koma á Ting, men hesum tordi hann ikki at líta.
- Tølini vóru jú so smá, og tí var óvissan so stór. Eg haldi, at tað nústaðni er við at siva inn, at eg eri komin á Ting, sigur Hanus Samró í morgun.
Hann sigur, at sambært veljaranum stendur tað til eina borgarliga stjórn, men flokkurin hevur fund klokkan 13 í dag, og har fer hann so at lodda dýpið.
- Umstøðurnar hjá teimum lesandi hevur verið høvuðstemaið hjá mær í valstríðnum, og tað fyrsta eg ætli mær undir, er at fáa mótrokningina hjá teimum lesandi burtur. Men skatturin í heila tikið skal niður, sigur Hanus Samró.
Hann dugir sjálvandi ikki at siga, hvør hevur valt hann, men hann heldur kortini, at meginparturin av atkvøðunum eru komnar frá ungdóminum.
- Hetta er óveruligt, men eisini spennandi, og hetta er nakað, eg havi arbeitt fram ímóti í longri tíð. Málið er sjálvandi at koma í eina samgongu, men nú má eg vita, hvat flokkurin sigur, nú vit fara til arbeiðis klokkan 13, sigur Hanus Samró.