Næstved á týskar hendur

Nógv bendir á, at felagið hjá Finni Justinussen verður selt í næstum.

Danska fótbóltsfelagið, Næstved Boldklub, har føroyski áleyparin, Finnur Justinussen, spælir, kann væl vera á veg á týskar hendur. Tað skrivar sn.dk í kvøld.


Blaðið skrivar, at týskir íleggjarar við fyrrverandi týska landsliðsleikaranum, Fabian Ernst, á odda, ætla sær at keypa felagið frá núverandi eigaranum, Peter Birk.


Sambært upplýsingunum hjá blaðnum, so verður Jacob "Gaxe" Gregersen ein av oddamonnunum í felagnum, sum nýggju íleggjararnir hava stórar ætlanir við.


Næstved er nummar fimm í næstbestu donsku deildini, tó við sama stigatali sum nummar trý, ið gevur uppflytingarspæl. Finnur Justinussen er toppskjútti á liðnum og í deildini við 11 málum.