Nú stundar skilnaðarstundin

Eg sá, at til jarðarferðina hjá Atla Dam varð hin vakri sangurin hjá St. St.
Blicher Sig nærmer tiden sungin, tí Atla dámdi hann so væl. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi eg eina týðing av sanginum til føroyskt, og haldi at hetta
kann vera eitt hóskandi høvi at prenta hana. Eisini sum ein seinasta heilsan
til Atla.

Eyðun Andreassen

1Nú stundar skilnaðarløtan til,
mær stendur vetur í hondum,
eg dvaldist her bert eitt stokkut bil,
og veit mær heim í øðrum nándum.

2Eg havi vitað av míni ferð,
sum hjartað kann ikki tyngja,
og tí á dvøli í hesi verð,
eg ekkaleysur kann syngja.

3Eg skuldi ivaleyst sungið meir
og helst á fagrari mæli,
men tungu løturnar vóru fleir,
ið rivu hamin á vali.

4Tað var mín neyð um Guds land og hav
at spenna veingir á sveimi,
og hvønn dag kvøða til sólarkav
tey ljósu løg í hans heimi.

5Eg vildi fegin av himli hátt
mín fagnað boðað í sangi,
men knossast má fyri stórt og smátt,
ein armur búrsettur fangi.

6.Til lítlan ugga eg onkuntíð
út millum rimarnar kagi,
sum frægast royni at taka í
við onkrum sorgblíðum lagi.

7.Hoyr meg, á vinur í víðu verð,
stíg her eitt legg millum løga,
tí kanska er hetta síðstu ferð,
tú hoyrir lívsfangan kvøða.

8. Tað berst mær fyri, tá dagssett er
í kvøld, at grindin kann bresta,
tí vil eg láta enn einaferð
farvæl, sum var tað mítt evsta.