? Tær næstu seks vikurnar verður suðuroyggin mestsum strikað av Føroyakortinum.
Tað halda bæði býráðsformaðurin í Vági og á Tvøroyri.
Sostatt hava teir ikki so øguliga stórt álit á ensku ferjuni Claymore, sum skal røkja ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina tær næstu seks vikurnar
Smyril er nú á beding á Skála og samstundis verður enska ferjan Claymore sett í rutusigling ímillum Havnina. Tað er væl minni enn Smyril, og tað eru mong, sum stúra fyri, at hon fer ikki at klára allan flutningin, sum er ímillum Suðuroynna og Havnina.
Stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, væntar, at tað fer at ganga, um enn tað skal lagaligheit til frá øllum pørtum.
Claymore tekur ikki meiri enn helvtina av tí farmi, sum Smyril tekur, men hann vónar at suðuroyingar skilja støðuna og góðtaka hetta sum eina neyðloysn ímeðan Smyril er í dokk.
?Og eg má enn einaferð minna á alternativið og tað hevði verið uppaftur verri. ? Tí støðan er nevniliga tann, at hetta var einasta skip, sum fást kundu. Og eydnaðist tað ikki at faá Claymore í evstu løtu, so var onki skip yvirhøvur at seta í Suðuroyarsiglingina og tað hevði rætt og slætt verið ein vanlukka.
Hesi vanlukkuni væntar hann at sleppa undan, nú Claymore skal sigla, tí hon tekur hóast alt nokk so fitt av farmi og fólki.
Ferðaætlan er lýst og eftir henni skal Claymore sigla tvær ferðir um dagin ímillum Havnina og Suðuroy.
? Sostatt fáa vit flutt 600 ferðafólk og 100 bilar, ella 12-14 trailarar um dagin.
So nakran ruðuleika væntar hann ikki, tó at okkurt verður, sum fer at elva til forargilsi hjá nógvum.
Eitt nú vónar hann, at fólk skilja støðuna og ikki taka tað ov illa upp, um tað ikki altíð eydnast at sleppa við, akkurát tá ið tey vilja.
Hann heitir eisini á fólk um at lata bilin standa, um tað ikki er avgjørt neyðugt at taka hann við.
?Støðan er ógvuliga harmilig. Tað er harmiligt, at fólk ikki sleppa at ferðast, sum tey vilja. Tað er eisini harmiligt, um tað verður neyðugt at avlýsa ymisk tiltøk tí at ferðasambandið er so vánaligt.
? Men tað er eisini harmiligt fyri Strandferðsluna, tí vit missa eisini stórar inntøkur, tá ið fólk ikki fáa ferðast, sum tey vilja.
Men sum støðan var, var onki annað at gera, tí vit fingu ikki játtanina frá løgtinginum fyrrenn beint nú, leggur hann afturat.
Og Smyril, hann skal vera liðugur til Jóansøku. Um neyðugt verður arbeitt bæði um kvøldið og um náttina, sigur Strandferðslustjórin
Strikað av kortinum
Hinvegin halda bæði býráðsformaðurin í Vági og á Tvøroryi, at hetta er mestsum at strika Suðuroynna av Føroyakortinum.
Teir siga, at støðan er als ikki nøktandi, tí teir ivast ikki í, at proppur kemur í ferðasambandið.
? Tað er nógv fyri, at fólk ikki skulu sleppa at ferðast, sum tey vilja, sigur Jógvan Krosslá í Vági.
Dan Nielsen á Tvøroyri heldur ikki tað verða ómakin vert at gera fleiri viðmerkingar til málið, tí tað er longu so nógv sagt og skrivað, hóast alt var til fánýtis.
Men teir eru báðir samdir um, at hetta er politiskur kleyvarskapur.
? Tað tekst ikki frá Strandferðsluni, at hon gjørdi vart við trupulleikan í góðari tíð og bað um eykajáttan til endamálið, siga teir báðir. Og teir halda, at tað er skammiligt, at tað skuldi enda soleiðis, hóast øll vistu av tí í góaðri tíð. Teir spyrja, hví løgtingið ikki akkurát tað sama kundi játta Standferðsluni peningin á jólum, ístaðin fyri at játta hann nú - tá ið tað var ov seint.
Flutti yvir 1000 bilar.
Og tað skerst ikki burtur, at tey, sum stúra fyri gongdini hava hagtølini í sínum parti.
Claymore tekur 50 persónbilar ella sjey treylarar uppá 12 metrar hvør.
Tað gevur í mesta lagi 700 persónbilar ella 98 treylarar um vikuna uppá 12 metrar.
Manningin á Smyrli upplýsir at í farnu viku flutti Smyril 1.000 persónbilar, 60 bingjur uppá seks metur hvør, 10 bingjur uppá 12 metrar hvør, umframt 25 treylarar uppá 12 metrar hvør.
Harumframt flutti Smyril heilt nógvar lastbilar.
Og lagt verður afturat, at hetta er vanligur flutningur hesa árstíðina, so tað er ikki frítt, at manningin á Smyrli stúrir eitt sindur fyri, hvussu tað fer at ganga.
? Sum allaroftast er dekkið á Smyrli heilt fult hvønn einasta túr og tað er er eitt ordiligt pusslispæl at lasta og stúva hann rætt so at alt sleppur við, siga teir.
Ikki minst eru teir ivasamir, sum arbeiða á dekkinum, tí tað verða teir, sum koma at standa fremst fyri, tá tað ikki gongur eftir vild hjá ferðafólki. Annars er serlig ferðaætlan løgd fyri Claymore og eftir henni verður ikki silgt á Vág hesa tíðina. Men ferðaætlanin er yvirhøvur løgd soleiðis, at suðuroyinar kunnu vera eins leingi Í Havn, sum tá ið Smyril siglur. Hon er eisini samskipað við Bygdaleiði, sjóleiðir og flúgvara.









