Næststørsta seglskip í heiminum er í Havn í dag

Í dag er næststørsta seglskipið í heiminum, russiska barkin, Krusenshtern, komin á Havnina, hiðani tað fer av stað aftur í morgin. Krusenshtern, sum hevur fýra mastrar, er 114 metrar langt og stingur 6,3 metrar. 

 

Krusenshtern hevur havt eina umskiftiliga lagnu. Tað var týska hervaldið, sum læt skipið byggja í 1926 við tí endamáli at flyta farm ímillum Týskland, Suðuramerika og Avstralia, og londini har um vegir.

 

Eftir at týskarar høvdu givið seg yvir í seinna heimsbardaga, tóku russarar skipið í krígsendurgjaldi og fekk navn eftir russiska rannsóknarmanninum, Adam Johann von Krusenshtern. Skipið fekk motor og varð nýtímansgjørt fleiri ferðir, og varð brúkt sum rannsóknarskip í Norðuratlantshavi og, Karibiska havi og Miðjarðarhavi, men síðani varð Krusenshtern eisini brúkt sum skúlaskip hjá hervaldinum.

 

Eitt skifti var skipið í fiskivinnuni í Estlandi, men nú er tað skrásett í Kaliningrad, og er aftur gjørt til skúlaskúlaskip hjá russiska herinum.

 

Sambært upplýsinum um skipið setti Krusenshtern nýtt met, tá ið tað sigldi úr Hamburg til Avstralia, og aftur, upp á styttri enn átta mánaðir í 1938 og 1939. Tað sigst vera eitt met, sum enn ikki er tikið.

 

Heimsins størsta seglskip er annars tað svenska Royal Clipper, sum annars er skrásett á Malta. Tað er 134 metrar langt og hevur fimm mastrar við tilsamans 42 seglum, og sum siglur við ferðafólki.

 

Um eina løtu verða fleiri myndir av Krusenshtern løgd saman við hesi greinini