Næstseinasta vitjanin á Havnini í ár

Ferðamannaskipið Norwegian Star vitjar á Havnini í dag. Skipið kemur úr Lerwic í Hetlandi og fer víðari til Reykjavík í Íslandi seinni í dag.

 

Hetta er ferðamannaskip nummar 37 á Havnini í ár, og nú eru bara tvey skip afturat, sum hava boðað frá, at tey koma at vitja Tórshavnar Havn, sum eisini umfatar havnina á Oyrareingjum í Kollafirði.

 

Mikudagin kemur Viking Star og 7. oktober vitjar Marco Polo aftur, sum er tað seinasta ferðamannaskipið, sum vitjar – ikki á Havnini, men á Oyrareingjum.

 

Tá hava tilsamans 39 ferðafólkaskip vitjað Tórshavnar Havn í ár – og tað er munandi færri enn í fjør, tá 63 skip vitjaðu.