Næstsíðsti tingfundur verður í morgin

Á skránni til tingfundin í morgin eru 12 mál. Fýra mál eru til aðru viðgerð. Tey eru uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn, uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli og uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri makrel- og sildafiskiskap í 2013.

Síðani er framhald av aðru viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2013.

Fleiri skrivligir fyrispurningar verða eisini svaraði, eitt nú ein til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Henrik Old og Bjarna Djurholm, løgtingsmonnum, viðvíkjandi stavraðnum, ein frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, til Johan Dahl viðvíkjandi løgtingssamtyktini um at javnseta ferðaseðlaprísirnar, har firðir og sund skilja, ein frá Jónu M. Mortensen, løgtingskvinnu, til Karsten Hansen viðvíkjandi náttúruheilivági.

Bjørn Kalsø skal eisini svara einum frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi lækkandi tímatali í fólkaskúlanum, og einum frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, viðvíkjandi happing í fólkaskúlanum og einum viðvíkjandi floksins tíma

Síðsta málið á skránni er ein fyrispurningur frá Paula Petersen, varamanni hjá Fólkaflokkinum til Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi góðkenning av ættleiðingarforeldrum í Føroyum.

Á skránni fyri tingfundin mikudagin standa bara møguligar triðu viðgerðir. Sambært tí, sum formansskapurin fyri hevur boðað frá, fer tingið heim mikudagin. Nýggj tingseta byrjar á ólavsøku, og møtir tingið ikki aftur fyrr enn tá, um tað ikki verður kallað saman í úrtíð.