Árligi aðalfundurin hjá Agape.fo (Agape merkir Guðs treytaleysi kærleiki) verður 7. mars í Meinigheitshúsinum í Havn, og í hesum sambandi verða fyrilestrar, bæði fyrrapart og seinnapart
Fyrri fyrilesturin kemur at snúgva seg um Diakoni ímillum menniskju. Fyrilestrarhaldari verður Lars Thidemann Jensen, aðalskrivari í Agape í Danmark.
Seinni fyrilesturin fer at snúgva seg um hjúnarlagið. Heitið á fyrilestrinum er: »Í viðgongd, í mótgongd - og í tómgongd«. Fyrilestrarhaldari verður Steen Palmqvist, terapeutur í starvi hjá Agape í Danmark, men eisini virkandi her á landi.
Tiltakið verður hildið allan dagin og byrjar við felags morgunmati klokkan 10. Døgurði og kaffi verða eisini á skránni. Tilmelding neyðug.
Meira er at lesa á www.agape.fo










