Oyggjaleikirnir eru mentir nógv síðani teir fyrstu oyggjaleikirnar, sum vóru á Man í 1985.
800 ítróttarfólk tóku lut á oyggjaleikunum, sum vóru í Føroyum í 1989, sum var mett at verða eitt høgt tal tá. Í Gotlandi fara tríggjar ferðir so mong ítróttarfólk at kappast. 2.400 ítróttarfólk fara at kappast í Gotlandi.
Í hesari øldini er tað bert í 2013, at tað hava verið færri enn 2.000 ítróttarfólk til leikirnar, og var tað í Bermuda í 2013, tá kostnaðurin gjørdi sítt til, at væl færri ítróttarfólk vóru meldaði til.
Soleiðis hava luttakaratølini sæð út á oyggjaleikunum sambært Wikipedia:
Ár | Leikir | Vertsoyggj | Tal av luttakandi oyggjum | Ítróttarfólk | Ítróttargreinir |
---|---|---|---|---|---|
1985 | I | Man | 15 | 700 | 7 |
1987 | II | Guernsey | 18 | 1,049 | 9 |
1989 | III | FØROYAR | 15 | 800 | 11 |
1991 | IV | Áland | 17 | 1,700 | 13 |
1993 | V | Isle of Wight | 19 | 1,448 | 14 |
1995 | VI | Gibraltar | 18 | 1,214 | 13 |
1997 | VII | Jersey | 20 | ~2,000 | 13 |
1999 | VIII | Gotland | 22 | 1,858 | 14 |
2001 | IX | Isle of Man | 22 | 2,020 | 15 |
2003 | X | Guernsey | 23 | 2,129 | 15 |
2005 | XI | Hetland | 24 | ~2,400 | 14 |
2007 | XII | Rhodos | 25 | ~3,000 | 14 |
2009 | XIII | Áland | 24 | ~3,300 | 14 |
2011 | XIV | Isle of Wight | 24 | 2,306 | 14 |
2013 | XV | Bermuda | 22 | 1,127 | 14 |
2015 | XVI | Jersey | 24 | ~3,000 | 14 |
2017 | XVII | Gotland | 23 | 2,400 | 14 |
2019 | XVIII | Gibraltar | (mett luttakaratal) | ~2,000 | 14 |
2021 | XIX | Guernsey | (mett luttakaratal) | ~3,000 |