Nú stillar eisini Annika Olsen upp til býráðsvalið

Nú er greitt, at Annika Olsen eisini verður á listanum hjá Fólkaflokkinum til býráðsvalið í Havn 8. november.

 

Hon hevur fleiri ferðir sagt, at hon ikki fer at stilla upp til býráðsval, tí hon er ímóti, at somu fólk stilla upp og verða vald í fleiri álitisstørv.

 

Men nú er greitt, at hon kortini verður á listanum hjá Fólkaflokkinum. Nevndin í Havnar Framburðsfelag hevur roynt at fáa onnur »tung« valevni á listan. Tí fekk nevndin heimild frá uppstillingarfundinum um at finna fólk til tey síðstu trý plássini á listanum.

 

Sum in.fo skilir tað, so hevur tað ikki eydnast. 16 fólk eru nú á listanum, teirra millum eisini Annika Olsen.

 

Samanlagt stilla soleiðis 8 løgtingsfólk upp til býráðsvalið í Havn.

 

Tey eru:

 

• Annika Olsen úr Fólkaflokkinum

 

• Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum

 

• Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Kristianna Winther Poulsen og Djóni Nolsøe úr Javnaðarflokkinum

 

• Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi

 

• Ruth Vang úr Framsókn

 

Hóast Fólkaflokkurin enn ikki alment hevur boðað frá uppstillingini hjá Anniku Olsen, so veit in.fo, at hon er á listanum.

 

Týskvøldið klokkan 18 skulu listarnir verða inni, og tá verður greitt, hvørji verða á listunum til kommunuvalið í teimum 29 kommunum í Føroyum eftir 1. januar 2017.