Fríggjadagin var Norðurlandahúsið ovurfylt av monnum og kvinnum, sum vilja vinnulívi okkara væl.
Vinnudagurin 2011, sum var hildin í 12. sinni, var enn einaferð ein succes, og um 400 fólk vóru tilmeldað til dagin.
Sagt verður, at var pláss til fleiri, so hevði luttakaratalið eisini verið hareftir.
Við góðum kjaki, teirri góðu undirtøkuni og hesum hátíðardegi fyri føroyska vinnu in mente, hevur Vinnuhúsið longu tikið avgerð um, at endurtaka henda dagin komandi ár.
Vinnudagurin 2012 verður hildin 28. september. Og tí gera tey, ið longu nú ynskja at sleppa til tiltakið, rætt í at seta kross í kalendaran henda fríggjadagin komandi ár.










