Næsti dystur telur mest

Venjarin hjá NSÍ er ein av royndastu monnunum innan føroyskan fótbólt. Og hóast felagið nú liggur einsamalt á odda, so fær hetta ikki Jóhan Nielsen at leypa uppfrá í ovfarakæti.

- Tað er ikki tað, sum vit hugsa mest um. Í fótbólti er tað altíð næsti dysturin, sum er týdningarmest, og soleiðis er tað eisini hjá okkum.

Kanska meira hesaferð, enn tað vanliga er, nú tit hitta EBS/treym?

- Ja, tað kanst tú gott siga, sigur Jóhan.

Spurdur, hvørt talan er um serliga uppskrift, nú NSÍ brádliga tykist vera meira enn líka við og næstan, sigur Jóhan, at tað er tað ikki.

- Fyrst og fremst, so eru vit enn bara nær við og næstan. Enn eru nógvir dystir eftir at spæla, so einki sum helst er avgjørt. Og um orsøkina haldi eg einamest, at tað hevur hjálpt okkum, at hini liðini í oddinum eisini hava verið so sera óstøðug. Vit skulu fyrst og fremst hugsa um at fáa betri glið á okkara spæl. Vit fáa so ikki gjørt av, hvat hini gera kortini, sigur hann.