Seinnapartin í dag lendir næsti Airbussurin hjá føroyska flogfelagnum fyri fyrstu ferð í Føroyum.
Atlantic Airways hevur gjørt sáttmála við Air Malta um at leiga flogfarið til september 2016. Síðani flogfarið varð tikið yvir fyrst í mai, er kabinan endurnýggjað við nýggjum stólum, og seinastu dagarnar er flogfarið málað uttan á sama hátt sum fyrsta Airbus-flogfarið.
Flogfarið kemur úr Norwich, og í Føroyum verða síðstu tillagingarnar av flogfarinum gjørdar. M.a. verður framkomna naviagatiónstøknin RNP AR sett í flogfarið. Flogfarið, sum hevur skrásetingina OY RCH, fer eftir ætlan í vinnuligan rakstur um 10. juni. Fyrstu vikurnar verður flogið á Føroya-leiðini, men fra 28. juni fær flogfarið heimastøð í Danmark og skal haðani røkja bæði rutuflúgving til Føroya og leiguflúgving úr Danmark til eitt nú Egyptalands, Tunis, Turkalands og Grønlands.
Fyrsti Airbussurin - OY RCG - fer framhaldandi at hava heimastøð í Føroyum. Bæði flogførini hava pláss fyri 144 ferðafólkum, og tey verða bæði útgjørd við navigatiónstøknini RNP og "florence kit" bremsuskipanini.
- Tað ein stórur fyrimunur, at felagið nú ræður yvir tveimum flogførum, sum kunnu nýtast til flúgvingina upp á Føroyar. Tá verður lættari at fáa alt upp á pláss aftur, tá ólag er á ferðsluni, fleksibiliteturin verður størri, og vit fáa samstundis vaksið um virksemið uttan fyri Føroyar, sigur Magni Arge, stjóri í føroyska flogfelagnum.